30.11.08

Yrkingar hjá Digital Cuttlefish komnar út á bók!

Ok, eg má viðganga at eg lesi øgiliga lítið poesi til dagligt. Faktiskt er einasta undantakið "The Digital Cuttlefish", allarhelst tí hann er lættur at skilja og sum oftast hevur ein boðskap, sum sigur mær nakað, soleiðis reint persónligt. Hetta við, at tað ber til at lesa hansara yrkingar á blogguni hjá honum ger tað eisini nógv lættari fyri meg, tí so kann eg bara hyggja á RSS, fyri at vita, um hann hevur skrivað nakað nýtt.

"Cuttle" er dulnevndur, og hansara bannari hevur hesa yrkingina um tað:

The cuttlefish will use its ink
To hide itself—and so, I think,
Will I, although unlike my heroes,
I will hide in ones and zeroes.
It is my not-so-subtle wish
To emulate the cuttlefish,
To keep myself from public view
While writing what I write to you.

Hann skrivar næstan altíð politiskt, og er vinstrahallur gudloysingur. Hetta merkir nógv av hansara yrkingum, og er nakað sum fyri meg er viðkomandi og (sorry til tykkum, sum yrkja um kenslur etc) meira áhugavert enn eg nógvar aðrar yrkingar eg havi lisið.

Her er ein mynd av forsíðuni á hansara nýliga útkomnu bók sum eg sjálvandi havi keypt mær :)


Far og les eitt sindur. Tað er ofta rættiliga stuttligur lesnaður!

Aral Sjógvurin

Var og ferðaðist í einar 5 dagar fyri stuttum. Løgi sum eg næstan ongantíð ferðist, tá mann hugsar um at eg búgvi mitt í einum fantastiska spennandi landi. Oh well, tað er nokk nakað annað, tá mann býr í tí.

Eg og sjefurin, Andy, fóru "road trip" til Karakalpakistan at síggja Aral Sjógvin, ella tað sum er eftir av honum. Vit høvdu planlagt at fara at vitja býin, har tað ber til at síggja bátar liggja strandaðar eftir at sjógvurin minkaði so drastiskt, og síðani fara allan vegin upp til nýggju strondina. Tíverri fingu vit bensintrupulleikar. Ikki ein tann einasta bensinstøð hevði bensin (men tað bar til at keypa gass, um mann hevði ein bil, sum kundi koyra uppá tað) so vit máttu pent geva upp eftir ein heldur villingarsaman túr úr Nukus (okkara basa-statión, har hotellið var) til onkra fjarðskotna bygd, og útseta túrin til dagin eftir við vónini um at vit tá høvdu funnið bensin. Tíbetur kendi reseptionisturin onkran sum vit kundu keypa bensin frá. Og rætt var, tá vit komu fram (hetta var bara eini vanlig sethús) vóru longu nógvir bilar har og fólk keyptu bensin í fløskum. Vit skuldu hava 100 litrar, hehe. Tíbetur høvdu vit bæði tikið nóg mikið av pengum til at keypa alt bensini uttan at hin noyddist at gjalda nakað av tí, tí bensinið kostaði tað dupulta av tí vit vóru von við.

Líkamikið, vit komu so fram til "býin við bátunum" sum einaferð var ein fiskihavn, og nú liggur fleiri kilometrar frá strondini. Her eru nakrar myndir av fyrrverandi Aral Sjónum.


Bátar nær við Muynak, har sum Aral Sjógvurin einaferð var

Muynak var einaferð eitt sindur sum ein føroysk bygd (tó eitt sindur størri). Tey høvdu stóran fiskiflota, og einaferð tá hungursneyð var i Russlandi, bjargaðu bátarnir í Muynak nógvum mannalívum við at senda fisk til teirra. Í Sovjetttíðini bleiv tað øgiliga "inn" at dyrka alla landjørð, sum var til taks, so ferkilometur fyri ferkilomteur av oyðmørk bleiv gjørd til landbrúksjørð í Usbekistan, Kasakstan og alla møguliga aðrastaðni her um leiðir, sum jú eisini verður gjørt aðrastaðni. Her í Usbekistan fóru tey at dyrka bummull, men alt vatnið, sum skuldi til fyri at gera oyðimørk til landbrúksjørð, mátti jú koma onkrastaðni frá, og hetta bleiv Amu Darya áin, sum rennur úr fjøllunum í Kirgisia (Kyrgystan) oman í Aral Sjógvin. Áin er nú bert eitt fán av tí, hon einaferð var, og sjógvurin tað sama. Bummullin grør sum vant, og landbúnaðurin gongur heilt ok, men tey, sum einaferð livdu av fiskiskapi her, sita við turran munn. Í Kasakstan hava tey byrgt tann partin av sjónum sum fær sítt vatn frá Syr Daryu inni, og har gongur eitt sindur betur. Tey hava hóast alt fisk í sínum parti. Sunnari parturin (burdi sagt partarnir, tí har eru tveir nú) hava onki lív í, tí sjógvurin er alt ov saltur og fullur í kemikalium av ymiskum slag.


Eitt fiskiskip liggur á hav(sjó)botninum við Muynak og rustar burtur í onki.

Her eru tríggjar myndir av Aral Sjónum nú og fyrr. Eg ætlaði at finna eina av Muynak frá gomlum døgum, men eg finni onga, so eg má bara fyristilla mær hvussu har sá út. Kanska nakað sum í Klaksvík.



1989 2003 2008

Myndirnar eru frá Wikipedia sum eisini hevur ein frálíka grein um sjógvin.

BBC hevur ein grein um Aral Sjógvin.

Har eru nógvar síður, sum siga frá støðuni, tað er bara at googla, um mann hevur hug at blíva eitt sindur deprimeraður.

Matriarkalskt samfelag: Prikkuta hyenan

Hyenur eru áhugaverd djór. Har eru so nógvir fordómar um tær. Tað er bara at hyggja at Lion King, so skýnir vanliga meiningin um hyenur ígjøgnum. Let's face it; Ikki eru tær penar:

Crocuta crocuta

Tað er tó eitt, sum er sera áhugavert við prikkutum hyenum. Hetta er, at tær eru eitt av teimum heilt fáu súgdjórasløgunum, sum hava eitt matriarkalskt hierarki. Tað vil siga, at tað eru honirnar, sum eru ovast í hierarkiinum (hakkiordan). Hannar og honir hava hvør sítt hierarki, men sjálvt ovasti hannurin, er undir niðastu honini. Honirnar eru eisini størri enn hannarnir, og har tað er vanligt hjá leyvum at lata ungar hjá hinum súgva hjá sær, eru hyenurnar einsamallar um sínar ungar. Hinvegin hjálpast tær at uppá aðrar mátar, sum til dømis við veiðu og at jakstra leyvur frá sínum fongi:

Afturat hesum, er onnur atferð, sum er áhugaverd hjá hyenum. Tær eru territorialar, sum nógv onnur rovdjór eru, men til dømis tær sum liva á Serengeti fløtunum, flyta runt við gnuunum so hvørt sum teir flyta. Hetta ger, at hyenur summar tíðir enda í territorium hjá øðrum hyenum. Tær, sum búgva har gera ikki so nógv við tað, uttan so at tær fremmandu hyenurnar royna at stjala teirra mat. Hetta ger tað møguligt hjá hyenum, at altíð hava atgongd til mat, hóast teirra egna territorii ikki altíð hevur so nógv at bjóða uppá. Sigast skal tó, at um ein fremmand hyena roynir at leggja uppí meðan tær lokalu eta, kann hon risikera at blíva avbukað. Sum vant, eru tað ofta tær hyenurnar, sum eru niðast í hierarkiinum, sum noyðast at fara avstað at leita eftir mati, meðan tær sum eru hægst eta fyrst, og hava tí ikki líka nógv fyri neyðini at ferðast so langt.
Les meira á:

Talufrælsi, Dimma og Politikkarar

Harra mín, sum standurin er í Føroya landi fyri tíðina.

Fyrst melda nakrir heilaleysir politikkarar við Miðflokkinum á odda út, at teir vilja seta filtur á internetið, so tað ikki skal bera til at síggja porno. Hetta er veruliga nakað av tí mest absurda eg havi hoyrt í langa tíð. Hava teir ikki hoyrt at "the internet is for porn"? Ella, jú tað er kanska akkurát tað teir hava hoyrt. Eg veit ikki hvussu teir ætla sær at sensurera internetið fyri porno, men um tað ikki var tí eg helt tað var ekstremt langt úti at gera tílíkt, hevði eg ynskt teimum góða eydnu. Og hvat telja teir sum pornografiskt tilfar? Skal ein síða sum tann hjá "Tidens kvinder" sensurerast? Hvat við Youtube? Har finnast videoklipp inni á Youtube, sum veruliga ikki eru fyri sartar sálir. Skal tað so eisini sensurerast, líkasum tað er her í diktatoriska Usbekistan? Møsn úr enda í annan. Takið tykkum so for f*nin saman! (sjálvsensur, hehe)

Síðani verður alt Kjak.fo lukkað niður, tí, sum eg skilji tað, ein persónur avdúkar eitt navn, sum ikki mátti avdúkast. Hvar bleiv talufrælsið av? Tak ikki feil. Eg haldi absolutt tað er skeivt at alment blaka runt við nøvnum, og ákæra fólk fyri líkt og ólíkt, men vanliga klára kjakansararnir á kjak.fo altso væl at halda skil á. Tað er meira enn so hent seg at postar eru slettaðir av kjakleiðarum, tí fólk vóru útspilt, og tað er púra rætt. Kjakið hevur nakrar spælireglur, og tey sum bróta tær kunnu risikera at fáa sín brúkara slettaðan. Um tað er meira alvorligt, ber til at melda, og tá ber til hjá politiinum at finna fram til viðkomandi, um hann/hon er dulnevnd/ur. Men soleiðis var ikki hesuferð. Alt kjakið sum tað var bleiv niðurlagt uttan ávaring og uttan nakra sum helst frágreiðing til teir meira enn 3000 skrásettu brúkararnar. Og hvør gjørdi hetta? Ongin annar enn okkara egna Dimma! Tað er jú Dimmalætting sum eigur kjak.fo, men tað vilja tey so opinbart ikki longur. Kjak.fo skal eftir øllum at døma vera niðri til ein keypari er funnin (so Dimma sleppur undan at hefta fyri tað, sum brúkararnir kunnu finna uppá at siga, meðan teir útnytta sítt talufrælsi. Ella soleiðis sær tað út. Dimma hevur kanska hug at geva eina aðra frágreiðing?). Tað er stór skomm. Tað er jú ikki tí at kjakarar á kjak.fo vilja sleppa at spilla fólk út, men tí at ein gjørdi tað, so skulu øll sum brúka torgið dagliga hava munnkurv. Tað er her at talufrælsið bleiv skert. Ikki hjá tí persóninum, sum segði nakað býtt, men hjá øllum hinum, sum onki høvdu við tað at gera, men sum hava stóra gleði av at "endiliga kunna siga sína meining", sum slogannið jú er. Vit eru flýdd inn á Facebook, á bloggurnar og ivaleyst onnur støð á internetinum, sum tað ikki er so lætt hjá nøkrum í FO at taka niður, men tað er ikki rætt at halda allar brúkararnar á kjak.fo fyri gjøldur á hendan hátt.

Frælst internet er ikki nakað vit fegin vilja hava, tað er nakað vit krevja! Alt annað er sensurur líkasum í Kina, Saudi Arabia og Usbekistan. Er tað tílíkum londum vit vilja líkjast?

Klókar krákur

Altíð eru øll so ótrúliga glað fyri sjimpansur og delfinir, tá tað kemur til at tosa um klók djór. Fuglarnir vera altíð líka illa forsømdir, og tað er synd, tí teir eru sanniliga eisini klókir.

Á birdwatch.co.uk fann eg eina grein, sum lýsir evnini hjá nýkaledoniskum krákum (Corvus moneduloides). Krákurnar duga óvanliga væl at brúka tól. Kanningin, sum verður lýst á Birdwatch er av evnunum hjá krákunum at gjøgnumskoða fellurør, har tað ber til at hála mat úr einum røri við einum pinni, men har ein fella er í rørinum, so tað bara ber til at hála matin út annan vegin. Krákurnar dugdu at fáa matin út, eisini tá har vóru tvær fellur, ein opin, og ein aftur. Tær dugdu faktiskt betur en sjimpansur, sum hava verið testaðar á líknandi hátt. Her ber til at taka videoupptøkur av royndunum niður.

Nýkaledoniska krákan dugur eisini at gera tól. Hon brúkar greinar/kvistar til at gera sær krókar/húkar til at hála insektir úr holum við. Tá krákan Betty fekk eitt beint petti av stáltráði og eina uppgávu at loysa, megnaði hon at rokna út, at henni tørvaði at boyggja stáltráðin so hon kundi brúka hann sum húk. Uppgávan var at fáa eitt ílat við mati upp úr einum røri, so ikki so nógv øðrvísi enn tað, krákurnar longu gera í náttúruni. Men hetta var bara fimtu ferð at Betty sá stáltráð, og hóast alt visti hon hvussu hon skuldi gera.

Betty, í ferð við at hála eina spann við mati upp við sínum heimagjørda tóli.

Trýst á myndina fyri at síggja fleiri myndir, lýsingar av kanningum og videoklipp.

Er gudloysi betur?

Eg læs eitt lesarabræv í Dimmu herfyri, sum fekk meg at ivast í, um fólk yvirhøvur hava áhuga í, at finna útav, hvat gudloysingar eru fyri fólk. Tað virkar sum, at óansæð hvussu ofta vit siga tað, og hvussu nógv lesarabrøv Gudloysi skrivar, so eru tað 100 ferðir so nógv fólk, sum bara ikki skilja, ella eru áhugaði í at skilja hvat tað er at vera gudloysingur. Og so er tað tey sum ræðast orðið sjálvt "Gudloysi ljóðar óhugnaligt" "tað rann mær kalt niður eftir bakinum" osfr. Hvat við at seta seg við einari orðabók, og finna útav hvat tað merkir? Hví ræðast navnið? Tað ljóðar næstan sum, tá fólk ikki tora at siga "Voldemort" í Harry Potter. Lesarabrævið, sum setti allar hesar tankarnar í gongd var tað hjá Mariu Jacobsen sum æt "Gudsótti - Gudloysi". Hon hugleiðir um Victor Danielsen, og hvussu góður kristin hann var. Hetta er ivaleyst sera áhugavert fyri trúgvandi, men ikki fyri meg. Tað var nakað annað, sum fekk mítt piss í kók.

"Tað er óhugnaligt at hugsa um, at tað eru fólk sum vraka Gud, tí gudloysi er betur."

Ha? Tað er ongin, ONGIN, sum vrakar Guð, tí tey halda at gudloysi er betur. Tað handlar ikki um hvat mann heldur vera gott, men hvat mann heldur vera satt. Eg og aðrir gudloysingar mangla eina trúgv uppá Guð og aðrar gudar. Hetta er orsøkin. Ikki at vit onkursvegna velja Guð frá, tí vit halda tað er betur ongan gud at hava. Tað er ikki sum at siga: "Tað er betur ongan jólamann at hava, enn at hava ein" men "Eg haldi ikki, at jólamaðurin er til".

Hon sigur eisini:

"”Gud er Gud, um land alt legðist oyði,
Gud er Gud, um menniskjan øll doyði,”
sang norski presturin Petter Dass, og soleiðis er tað, líkamikið hvat í menniskjur finna uppá at siga ella skriva. Hví skulu vit trúgva meira uppá granskarnar, fyri tí um teir siga okkurt, vit vita jú hvussu ósamdir teir eru. Ein pástendur eitt og annar eitt annað um sama evni. Tað sigur bara, hvussu ótrygt tað er at líta á menniskjans metingar. Jeremias 10.10 sigur: ”Men Harrin er Gud av sonnum, Hann er livandi Gud og ævigur Kongur og vreiði Hansara fær jørðina at nøtra.”"

Tað er fínt, um Maria er glað fyi at Gud er Gud, um land alt legðist oyði, men akkurát hvat hevur tað við nakað sum helst at gera? Skal eg dyrka ein gud, tí hann er sum hann er hóast hansara skaparverk oyðilegst? Eg má siga, at eg loyvi mær at ivast í um Gud var Gud um øll menniskju doyðu. Eftirsum eg haldi hann bara er til í heysinum á fólki, so rokni eg við hann hvarv, um vit øll doyðu.

Men eg kann fortelja Mariu hví vit skulu lurta eftir granskarum (eg segði ikki líta á, tí meiningin er at vit skulu lurta, hoyra próvførsluna, og so kritisera og antin góðtaka pástandin ella ikki). Fyrst og fremst er tað hetta við at granskarar eru ósamdir. Jú vist eru teir tað, men bara um hvussu okkurt hendir, ikki at tað hendir. Lat okkum taka menningarlæruna (sum er ein læra ella teori). Granskarar eru ósamdir um eina rúgvu av detaljum, men ONGIN setur spurnartekin við, at núverandi djórasløg eru ment frá øðrum sløgum, sum eisini vóru ment frá sløgum fyri tey. Hetta síggja vit við at hyggja at fossilum, og nú kunnu vit eisini síggja við DNA royndum, at djórini eru skyld við hvønn annan, og tí hava somu forfedrar. (Hey, um vit kunnu siga hvussu menniskju eru skyld við hvønn annan við at brúka DNA, hví kunnu vit ikki gera tað sama við djórasløg?). Tað, sum granskarar skeldast um, er mekanisman. Teir flestu eru samdir um at náttúrligt úrval er sílan, sum sorterar tey djórini frá, sum ikki kunnu klára seg. Men so er tað úrvalið. Har eru mutatiónir, blanding av genum frá mammu og babba og alt møguligt tekniskt, sum eg ikki fari inn á her, sum ger at tað finnist eitt úrval av djórum í hvørjari generatión. "Sílan" sáldar so tær variatiónirnar frá, sum ikki klára seg líka væl sum hinar. Sært tú munin? Granskarar eru ikki ósamdir um tað faktum, at menning hendir, har eru bara ósemjur akkurát hvussu tað gongur fyri seg. Tó er bara talan um smáar detaljur, ongir seriøsir lívfrøðingar avnokta, at náttúrligt úrval sáldar tey minst egnaðu frá. Tað er heldur ongin seriøsur lívfrøðingur, sum avnoktar nyttuna av mutatiónum, tá tað kemur til at skapa størri úrval.

Darwin sjálvur visti ikki nakað sum helst um genetikk. DNA var ikki uppdagað tá, so hóast hann sá, at eginleikar blivu arvaðir ígjøgnum generatiónirnar, so hevði hann ikki vitan, til at siga hvussu. Nú vita vit hvussu tað hendi, men vit vistu longu tá, at tað hendi. Richard Dawkins sigur menning vera eitt faktum, og hann hevur púrasta rætt. Menningarlæran er ein teori (ástøði á góðum føroyskum) um hvussu menning hendir, og har er lítil ivi um at hon er røtt. DNA tekur undir við hesi ástøði, fossilini gera tað, kanningar við bakterium taka undir við henni. Higartil hevur onki verið, sum hevur mótprógva nøkrum pástandi, sum menningarlæran kemur við. Tí stendur hon enn. Kom við einum pástandi um Guð, sum tað ber til at mótprógva, og so skalt tú nokk síggja hypotesuna fella, so skjótt ein seriøsur granskari fer í gongd. So nei Maria, granskarar eru ikki ósamdir um annað enn mátan at greiða frá hvussu ting henda. Vit vita, at um vit hoppa av einari brúgv, so detta vit niður og vit vita, at okkara børn arva okkara eginleikar. Tað, vit hava verið ósamd um, er hvussu tað ber til, at vit detta, tá vit hoppa av brúnni og hvussu tað ber til, at okkara børn líkjast okkum. So skjótt vit læra okkurt nýtt (sum til dømis DNA) so vita vit hvussu, og ósemjan hvørvur.

Fyri tað næsta, so er eitt bíbliusitat ikki nøktandi provførsla fyri nakað sum helst annað enn hvat stendur í bíbliuni. Hvat vil Maria hava ein gudloysing at gera við hennara sitat? Hvat fyri vreiði er tað, at jørðin nøtrast av? Er hatta ein pástandur, sum kann kannast og mótprógvast? Ella er hatta bara orðavavstur? Maria heldur tað er ótrygt at líta á menniskjans metingar, men hon hevði ikki verið til, um menniskjan ikki gjørdi sinar metingar, og leyt á tær. Einaferð í hennara ættartalvu, var onkur sum mátti í ein bát, máti ringja onkrastaðni, mátti sáa rætta tíð av árinum, mátti kóka vatn ella mat fyri at drepa bakteriur (hóast tey ikki vistu hvat bakteriur vóru fyri fidusar) osfr fyri at yvirliva og fáa børn. Um tey ikki festu sítt álit á vitan, sum menniskjan hevði samlað sær um hesi ting, so høvdu tey ikki fingið børn, og so var ongin Maria til.Trupulleikin vísir seg at vera tann, at tá vitanin ikki direkta hevur nakað at gera við yvirliving, so er tað í lagið at ignorera hana, ella siga at hon er óviss. Tað ger tað sjálvandi uppaftur verri, um vitanin sáar iva um hvørt Guð er til.

"Hugsa sær til, hann [Victor Danielsen] gjørdi hetta valið sum ein ungur drongur, at hann skuldi boða øllum føroyingum gleðiboðskapin um Jesus, hann ferðaðist um allar oyggjarnar og var í øllum bygdunum í landinum og talaði og sang. Um vit nú hugsa okkum til, at hann ikki hevði valt hetta, hvussu nógv øðrvísi hevði mangt kanska ikki verið, um hann í staðin hevði valt at sagt føroyingum, at Guds orð er tvætl, at tað eru bara nøkur væl samansett orð um ein Gud, sum vit ikki kunnu líta okkum á, og at gudloysi er tað einasta rætta.
Tað eru smá hundrað ár, síðani Victor byrjaði sína tænastu, hvussu stóra signing tað hevur verið til, og hvussu stóran ávøkst tað hevur borið, fáa vit eina ferð at vita. Tað kundi verið áhugavert at vita, hvussu nógv gott fer at spyrjast burturúr boðanini um, at Guds orð, bert eru tóm orð og einasta vónin hjá menniskjum er gudloysi."

Tað ber illa til at siga hvat hevði hent, um okkurt ikki var sum tað var, men eg fari at gita, at Miðflokkurin hevði haft minni vald til at gera lívið súrt fyri okkum vanligu føroyingar, trúgvandi sum ikki-trúgvandi. At hann skal ganga runt og harmast yvir at bæði eitt og annað er synd, ger tað trupult fyri fólk at konsentrera seg um hvat er rætt og hvat er skeivt. Hetta er ivaleyst eisini orsøkin til at fólk sum Richard Danielsen breiða seg út um hvussu forferdiligt tað er at Fólkaheilsuráðið upplýsir okkara tíverri alt ov óvitandi ungdóm um trygt sex og deilir ókeypis hítir út. Tær áttu forrestin at verið ókeypis alla tíðina, og burdi ligið frammi í barrum og diskotekum. Hetta hevði ivaleyst minkað um talið av kvinnum, sum vilja hava abort - og sum ikki fáa hana, tí fólk sum Jenis eru nakrar krukkur.

Vónandi fer nógv gott at spyrjast burturúr felagnum Gudloysi, sum til dømis at politikkarar, sum grunda sína próvførslu á Bíbliuna, ikki fáa frið til at gera tað longur. Eg haldi ikki at gudloysi (altso ikki felagið, men tað at vera gudloysingur) er einasta vón hjá menniskjum. Tað er bara ein tilstandur, sum summi fólk enda í, tí tey ikki hava sæð nøktandi prógv fyri, at ein gudur er til. Vónin finst í vísindunum, kærleikanum og øðrum menniskjum. Ella - tað ger hon hjá mær.

Veggir, sum ikki eru har. Sera Harry Potterskt.

Ok, fleiri hava ivaleyst hoyrt um arbeiði við "metamaterialum", sum kunnu gera ting ósjónlig. Líkasum kápan hjá Harry Potter. Arbeiði gongur seint fyri seg, og er neyvan so sensationelt, sum tað virkar í miðlunum hvørja ferð ein tílík søga kemur út.

Nú læs eg akkurát um ein nýggjan máta at brúka metamaterialir uppá. Nevniliga til at fáa tað til at síggja út, sum okkurt sum ikki er har, veruliga er har. Forvirrandi? Hugsa um veggin, sum Harry má ígjøgnum fyri at koma til tokið. Við hesum metamaterialum, kann tað lata seg gera, at fáa tað at síggja út sum Harry gongur ígjøgnum ein vegg, hóast ongin veggur er har. Prinsippið er tað sama, sum tá vit hyggja at mjólk í einum glasi, og ikki síggja glasið sjálvt á síðunum. Tað sær út sum mjólkin gongur heilt út til har sum glasið endar. Tað, sum hesi metamaterialir kunnu gera, er at fáa tað at síggja út sum mjólkin fer longur út enn glasið. Altso, um vit hava eitt portur við eini súlu í miðjuni, so ber tað til at fáa tað at síggja út sum um súlan røkkur so langt út, at onki portur er sjónligt. Tað vil siga, at tað ber til at krógva op í veggum, so bara tey sum vita at tey eru har, finna ígjøgnum. Tosa um ein kulan eginleika til eina villiniborg! (Eg ivist ikki í, at meira seriøs endamál eru í tankunum hjá teimum flestu). Tað keðiliga er sjálvandi, at beint nú riggar tað bara uppá ultraviolett ljós mikrobylgjur, og við sjónligum ljósið finst onki metamateriali beint nú, sum endurspeglar ljósið 100%, so tað hevði ikki verið líka effektivt. Tó so, kann vera tey loysa hesar trupulleikarnar, og so kunnu vit ikki longur trúgva okkara egnu eygum í tí dagliga.

Er hatta ein múrur? Er tað ikki?

Palin vinnur "Rubber Dodo"

Sarah Palin vann herfyri tann ivasama heiðurin, av at fáa eina "Rubber dodo" frá Center for Biological Diversity.

Har er millum annað at lesa:

“Governor Palin has waged a deceptive, dangerous, and costly battle against the polar bear,” said Kieran Suckling, executive director of the Center for Biological Diversity. “Her position on global warming is so extreme, she makes Dick Cheney look like an Al Gore devotee.”

Áhugavert. So ikki bara hevur hon okkurt ímóti hvítabjarnum, hon avnoktar eisini globala upphiting. Okkurt sigur mær, at USA ikki ætla sær at fara væl við móður jørð, um McCain vinnur forsetasætið. Eg veit sum so heldur ikki hví eg helt tað í forvegin.

Millum annað góð mamma: Tvístertan

Forficula auricularia

Kann líka so gott siga tað beinanvegin. Eg hati tvístertur. Tað er ikki bara tað, at tær koma inn, vandra runt eftir veggunum, krógva seg undir borðlappum ella vitja meg í songini, sum ger tað. Tær hava eisini hasa vemmiligu klípintongina til stert, sum tær glaðar og fróðar hótta einn fullvaksnan lívfrøðing, sum burdi vitað betur, við. Puha. Tað er bara eitt við tvístertuni, sum fær meg at fyrigeva henni alla sína vemmiligheit, og tað er, at hon er ein (relativt) góð mamma.

Okkara tvísterta, er tann vanliga evropeiska tvístertan, sum er at finna, ikki bara í Evropa, men eisini í Norður Amerika, har hon er innførd (ivaleyst av óvart) av menniskjum. Hon er hampuliga alt-etandi og er mest aktiv um náttina. Hon er forvitin, djørv og ikki sørt býtt, og endar tí ofta í baðikørum, spannum við sápuvatni osfr. Tá vandi er á ferð, letur hon seg detta niður (um hon er á einum veggi ella líknandi) og rennur so inn í nærmasta skjól, sum hon finnur. Hon dugur at flúgva, men tað er óvanligt at síggja eina tvístertu flúgva. Hon kann eisini klípa við stertinum, men tað nyttar sjálvandi ikki so nógv ímóti fólki. Sterturin riggar best til at forsvara seg ímóti øðrum á hennara egnu stødd, at fáast við veingirnar (ivamál tykist vera um, hvørt hon nýtir stertin at lata teir upp, ella balla teir saman) og tá hon parast (óvist hvussu). Tvístertuni dámar at krógva seg í fuktigum, myrkum og køligum støðum um dagin, og tað skal helst vera trongt. Tí er vandi fyri at finna hana undir borðlappum, bløðum og skóm til dømis.

Náh, men tað vóru hennara mammu-eginleikar. Tvístertan verpur um 50 egg í eitt reiður undir jørð, og verjir síðani reiðrið ímóti fíggindum (eisini øðrum tvístertum, og sjálvt pápin sleppur ikki inn í reiðri), heldur eggini rein og passar tey til tey eru klakt. Síðani verjir hon eisini larvurnar, sum líkjast akkurát einari vaksnari tvístertu, bara minni og ljósari. Ikki fyrr enn larvurnar hava skift ham fyrstu ferð, og eru farnar avstað, gevst hon at ansa eftir teimum. Tað at verja sínar ungar, er ikki óhoyrt í insekt-verðini, men er hóast alt ikki serliga vanligt heldur. Tí haldi eg, at henda atferð er áhugaverd, og ein formildandi faktorur, sum ger at eg hati tvístertuna bara eitt lítið sindur minni.

Les meira:

Tree of Life um Dermaptera

University of Florida um tvístertur

Wikipedia um Dermaptera

Góður pápi: Kombikk

Gasterosteus aculeatus

Tey flestu av okkum, hava ivaleyst hoyrt um kombikk. Eg rokni við tað eisini eru nógv sum plagdu at fanga kombikk, tá tey vóru børn. Tað gjørdi eg. Eg visti tó onki um hendan sera vanliga fisk, sum vit hava í hyljum runt um í landinum. Tað var ikki fyrr enn eg fór at lesa djóraatferð, at eg fann útav at ein atferðarfrøðingur sum æt Niko Tinbergen, hevði brúkt nógva tíð uppá at kanna atferðina hjá kombikkum. Sakin er tann, at kombikk, hóast tey eru so vanlig, smá og keðilig at hyggja uppá, hava sera áhugaverda atferð. Tað sum er serliga áhugavert, er atferðin hjá hanninum í gýtingartíðini.

Tað mesta av árinum eru kombikk grábrún, svimja saman í stimum og brúka tað mesta av síni tíð uppá at finna mat og krógva seg fyri rovdjórum.

Um várið hendir so tað, at hannarnir skifta lit. Teir blíva blágráir um ryggin, fáa reyðan háls og blá eygu (sí mynd). Orsøkin til hetta skifti, er at teir eru klárir at reiðrast. Hannurin borar eitt hol í undirlagið og leitar so eftir plantuleivdum, sandi, skeljum og øðrum, sum hann klistrar saman við sevju úr nýrunum oman yvir holið. Reiðrið er ein tunnil, sum eitt kombikk akkurát passar ígjøgnum, og hannurin verjir tað ógvuliga væl. Ongi onnur kombikk sleppa nær, og allir aðrir hannar kunnu vænta at fáa ein ordans umgang um teir hætta sær ov nær.

Um ein hon nærkast, ger hannurin sum hann ger við øll onnur kombikk, og leggur á hana. Tær flestu rýma so, og so er liðugt við tí. Tó, um honin er klár at gýta, fer hon ikki undan, og spennir búkin hjá sær út meðan hon lyftir stert og høvd uppeftir. Tá byrjar paringsdansurin hjá hanninum, har hann skiftivís skumpar til honina, og enntá bítir hana, og so svimur yvir til reiðrið. Hetta, sum ofta verður kallað sikksakk dansurin, blívir hannurin við at gera, til honin kemur til reiðrið. Hann vísir henni á inngongina til reiðrið, og hon fer inn, gýtir og út aftur í hinum endanum. Tá tað er gjørt, fer hann sjálvur ígjøgnum, og rekur so honina burtur. Tá hann hevur fingið fult reiður (og tað kann vera frá upp til fleiri ymsikum honum) verjir hann tað inntil rognið er klakt. Tað er alneyðugt at hann verjir tað, ikki bara fyri øðrum hannum, sum kunnu gera fortreð, men eisini fyri honum, sum ikki eru í gýtingarlag. Hetta tí, at tað hendir seg, at kombikk kunnu leggja á reiðrið og eta rognið, um hannurin ikki ansar nóg væl eftir. Eg havi sjálv upp til fleiri ferðir sæð ein heilan stima leggja á eitt reiður, har hannurin ikki megnaði at forsvara tað. Afturat at verja rognið, syrgir hannurin eisini fyri at tað fær nóg mikið av súrevni, við at veiftra nýtt vatn inn í reiðri. Tað er ikki fyrr enn ynglið er komið úr reiðrinum, og farið avstað, at hannurin gevst at ansa eftir.

LHC (Large Hadron Collider)

Í dag er(var) dagurin! Eg havi tíverri eina kenslu av, at eg eri nokkso einsamøll í at vera ógvuliga, ógvuliga spent um tað, og hetta hóast eg skilji ógvuliga lítið av tí heila. Tíbetur finnast nørdar har úti, sum kunnu hjálpa fólki sum mær at skilja hvat tað heila gongur út uppá. Tað er ikki so lætt hjá mær; "Physics for Dummies" hóast hon uttan iva fæst á Amazon, er ikki líka bara, at fáa fatur á her í Usbekistan.

Fosturtøka er IKKI morð!!!!!

Tað er heilt forferdiligt eg kann blíva móð av at hoyra fólk siga tað. Tað er simpulthen ikki eitt haldbart argument ímóti fosturtøku.

Hví? Jú tí: Eitt fostur yngri enn markið fyri fosturtøku, veit ikki til sín uppá nakran máta. Tað er at rokna sum ein reyðmaðkur í tilvitan. Jaja, eg veit tað kann blíva til eitt lítið menniskja, sum veit til sín, men tað er altso ikki komið so langt enn. So gevst við hasum; tað er onki minni enn følilsisavpressing, og hevur onki at gera við objektiva argumentatión. Um fosturtøka er morð, so er tað eisini morð, at sløkkja fyri apparatunum, sum halda einum heiladeyðum livandi.

Og so hoyri eg øll anti-abort fólkini skríggja, at tað er munur á einum fólki, sum ongantíð fer at vakna aftur, og einum barni (ja, tað dámar teimum at kalla fostur, tað skal helst vera so kensluborið sum gjørligt) sum kanska fer at vera tann næsti Einstein, ella whatever. Segði nakar stráðmaður? Sorry. Jú sjálvandi er munur á. Tað er júst tí, at eg haldi at málið um fosturtøku hevur fortjent eitt sakligt umfevnandi kjak, sum tekur allar nuansur og trupulleikar, øll argument, fyri og ímóti, alla vansar og fyrimunir við. Tað nyttar onki at feiða kjakið av borðinum við einum "fosturtøka er morð" ella ein annar favorittur: "Synd".

Og hvat haldi eg um fosturtøku? Mær dámar ikki tankan, og eg ætli mær at gera mítt til ongantíð at koma í eina støðu, har eg føli meg noydda at taka valið. Tó kann eg siga so mikið, at eg nú kenni meg nóg væl fyri uppá allar mátar til at taka mær av einum barni, so hevði ivaleyst ikki valt fosturtøku, um eg bleiv uppá vegin í dag. Hinvegin havi eg ikki altíð havt tað so. Eg minnist tá eg var 18, at eg kjakaðist við nakrar vinkonur um fosturtøku. Tá segði eg, at um eg bleiv uppá vegin tá, so hevði eg valt fosturtøku, um eg kundi. Ringt at samanbera meg sjálva við tá eg var 18; alt var meira svart/hvítt tá, og eg hevði sæð dømir um ungar gentur, sum blivu við barn, og óynskt børn við ringum mammum. Eg vildi simpulthen ikki í ta støðuna sjálv.

Hetta er eitt trupult evni, og tað hevur øgiligar avleiðingar fyri kvinnur í Føroyum, báar vegir. Eg vildi so ynskt at fólk góvust við sínum fordømandi fjasi, og reint faktiskt komu við onkrum konstruktivum, sum kann hjálpa okkum øllum at einast um hvat er rættast at gera.

Uppskot:

1. Finn fram umfatandi hagtøl yvir orsøkir til fosturtøku í okkara grannalondum (tey í Føroyum eru ikki umboðandi fyri veruligu støðuna, tí fosturtøka er ikki eitt frítt val her)

2. Upprætta ætlanir fyri hvussu vit kunnu fyribyrgja, at tær kvinnurnar, sum oftast velja fosturtøku, koma í ta støðuna av fyrstan tíð.

3. Set hesar ætlanir í verk. (Eg giti hetta verður ymiskt, so sum upplýsing, lættari atgongd at angripillarum og tílíkt)

4. Innfør fría fosturtøku. (Um samfelagsligu trupulleikarnir, sum føra til, at kvinnur hava fosturtøku fyri neyðini, eru loystir, vera eisini færri kvinnur, sum ynskja fosturtøku.)

Altso: Um vit vita, hvat høvuðsorsøkirnar til fosturtøku eru, so er væl eisini nakað konstruktivt vit kunnu gera við tað, ikki so? Og um vit gera hetta, so er væl ikki neyðugt at banna fosturtøku, tí so eru tað ógvuliga fáar vanligar, ábyrgdarfullar, at sær komnar kvinnur, sum koma í ta støðuna. Spurningurin er so um tær kvinnurnar, sum hóast alt hetta megna at blíva við barn uttan at vilja tað, eru egnaðar at vera mammur...

Hey: Um vit kunnu fáa roykjarar, at gevast at roykja í so stóran mun, sum vit hava, kunnu vit eisini fáa fólk at dyrka ábyrgdarfult sex, ikki so?

29.11.08

Ger ímóti næsta tínum... Vampyrflogmúsin















Desmodus rotundus


Tað munnu vera nógv, sum halda, at bara tankin um eina vampyflogmús erógvuliga frástoytandi. Og rætt er: Hon drekkur blóð, og er tí at samanberavið mýggjabitar, iglur og Drakula. Tó so, har er nakað sera áhugavertvið akkurát tí flogmúsini, sum eg hugsi um. Hetta er tann vanligavampyrflogmúsin, nevnd Desmodus rotundus á latíni.

Vanliga vampýrflogmúsin noyðist at drekka tvær spísiskeiðir av blóði um dagin fyri at yvirliva, og um hon onki drekkur í 60 tímar, svøltar hon. Hon býr í holum saman við øðrum flogmúsum sum hon kennir og hevur sosialt samband við. Her er tað, at tað (fyri meg) áhugaverda kemur fram. Av tí, at tað er alneyðugt hjá eini vampyrflogmús at eta hvønn dag, so er hon í dýrastu neyð, um hon ikki finnur nakran mat eina nátt ella tvær. Tíbetur fyri hana, so ber tað til hjá henni at bidda um mat frá einari aðrari flogmús. Vampyrflogmýs eru nevniliga so, at tær geva burturav síni egnu máltíð, so ongin noyðist at ganga svang.
Tað eru flogmýs, sum kenna hvørja aðra, og hava eina sosiala samveru, sum eisini geva hvørjum øðrum at eta. Hetta eru sum oftast hon-flogmýs og nógv av matingini gongur fyri seg frá mammu til barn. Hetta verður ofta nevnt "kin-altruism" og sipar til, at dýr gera góð ting fyri onnur dýr, sum tey eru í familju við, simpulthen tí tey eru í familju. Hinvegin, er tað ikki altíð ímillum skyldar flogmýs, at matingin gongur fyri seg. Um tvær flogmýs einast væl, so geva tær eisini hvørjari aðrari at eta. Her er talan um "reciprocal altruism" sum sipar til góða gamla lærusetningin um at gera við onnur, sum mann vil hava onnur at gera við seg. Tað vil siga; hesar flogmýsnar vita, at um onnur er svang, so fer hin at geva henni, og umvent.


Les meira:
Wilkinson abstract úr Nature

Ein grein skrivað av einum næmingi á San Fransisco State University

Um "reciprocal altruism" á Davidson college

Animal Diversity Web hjá University of Michigan Museum of Zoology


Forrestin: Er nakar lívfrøðingur har úti, sum kann vísa mær á eina góða keldu til føroysk lívfrøðiorð? Eg havi Føroya Náttúra, men altruismu fann eg ikki í henni...