30.11.08

Klókar krákur

Altíð eru øll so ótrúliga glað fyri sjimpansur og delfinir, tá tað kemur til at tosa um klók djór. Fuglarnir vera altíð líka illa forsømdir, og tað er synd, tí teir eru sanniliga eisini klókir.

Á birdwatch.co.uk fann eg eina grein, sum lýsir evnini hjá nýkaledoniskum krákum (Corvus moneduloides). Krákurnar duga óvanliga væl at brúka tól. Kanningin, sum verður lýst á Birdwatch er av evnunum hjá krákunum at gjøgnumskoða fellurør, har tað ber til at hála mat úr einum røri við einum pinni, men har ein fella er í rørinum, so tað bara ber til at hála matin út annan vegin. Krákurnar dugdu at fáa matin út, eisini tá har vóru tvær fellur, ein opin, og ein aftur. Tær dugdu faktiskt betur en sjimpansur, sum hava verið testaðar á líknandi hátt. Her ber til at taka videoupptøkur av royndunum niður.

Nýkaledoniska krákan dugur eisini at gera tól. Hon brúkar greinar/kvistar til at gera sær krókar/húkar til at hála insektir úr holum við. Tá krákan Betty fekk eitt beint petti av stáltráði og eina uppgávu at loysa, megnaði hon at rokna út, at henni tørvaði at boyggja stáltráðin so hon kundi brúka hann sum húk. Uppgávan var at fáa eitt ílat við mati upp úr einum røri, so ikki so nógv øðrvísi enn tað, krákurnar longu gera í náttúruni. Men hetta var bara fimtu ferð at Betty sá stáltráð, og hóast alt visti hon hvussu hon skuldi gera.

Betty, í ferð við at hála eina spann við mati upp við sínum heimagjørda tóli.

Trýst á myndina fyri at síggja fleiri myndir, lýsingar av kanningum og videoklipp.

No comments:

Post a Comment