30.11.08

Er gudloysi betur?

Eg læs eitt lesarabræv í Dimmu herfyri, sum fekk meg at ivast í, um fólk yvirhøvur hava áhuga í, at finna útav, hvat gudloysingar eru fyri fólk. Tað virkar sum, at óansæð hvussu ofta vit siga tað, og hvussu nógv lesarabrøv Gudloysi skrivar, so eru tað 100 ferðir so nógv fólk, sum bara ikki skilja, ella eru áhugaði í at skilja hvat tað er at vera gudloysingur. Og so er tað tey sum ræðast orðið sjálvt "Gudloysi ljóðar óhugnaligt" "tað rann mær kalt niður eftir bakinum" osfr. Hvat við at seta seg við einari orðabók, og finna útav hvat tað merkir? Hví ræðast navnið? Tað ljóðar næstan sum, tá fólk ikki tora at siga "Voldemort" í Harry Potter. Lesarabrævið, sum setti allar hesar tankarnar í gongd var tað hjá Mariu Jacobsen sum æt "Gudsótti - Gudloysi". Hon hugleiðir um Victor Danielsen, og hvussu góður kristin hann var. Hetta er ivaleyst sera áhugavert fyri trúgvandi, men ikki fyri meg. Tað var nakað annað, sum fekk mítt piss í kók.

"Tað er óhugnaligt at hugsa um, at tað eru fólk sum vraka Gud, tí gudloysi er betur."

Ha? Tað er ongin, ONGIN, sum vrakar Guð, tí tey halda at gudloysi er betur. Tað handlar ikki um hvat mann heldur vera gott, men hvat mann heldur vera satt. Eg og aðrir gudloysingar mangla eina trúgv uppá Guð og aðrar gudar. Hetta er orsøkin. Ikki at vit onkursvegna velja Guð frá, tí vit halda tað er betur ongan gud at hava. Tað er ikki sum at siga: "Tað er betur ongan jólamann at hava, enn at hava ein" men "Eg haldi ikki, at jólamaðurin er til".

Hon sigur eisini:

"”Gud er Gud, um land alt legðist oyði,
Gud er Gud, um menniskjan øll doyði,”
sang norski presturin Petter Dass, og soleiðis er tað, líkamikið hvat í menniskjur finna uppá at siga ella skriva. Hví skulu vit trúgva meira uppá granskarnar, fyri tí um teir siga okkurt, vit vita jú hvussu ósamdir teir eru. Ein pástendur eitt og annar eitt annað um sama evni. Tað sigur bara, hvussu ótrygt tað er at líta á menniskjans metingar. Jeremias 10.10 sigur: ”Men Harrin er Gud av sonnum, Hann er livandi Gud og ævigur Kongur og vreiði Hansara fær jørðina at nøtra.”"

Tað er fínt, um Maria er glað fyi at Gud er Gud, um land alt legðist oyði, men akkurát hvat hevur tað við nakað sum helst at gera? Skal eg dyrka ein gud, tí hann er sum hann er hóast hansara skaparverk oyðilegst? Eg má siga, at eg loyvi mær at ivast í um Gud var Gud um øll menniskju doyðu. Eftirsum eg haldi hann bara er til í heysinum á fólki, so rokni eg við hann hvarv, um vit øll doyðu.

Men eg kann fortelja Mariu hví vit skulu lurta eftir granskarum (eg segði ikki líta á, tí meiningin er at vit skulu lurta, hoyra próvførsluna, og so kritisera og antin góðtaka pástandin ella ikki). Fyrst og fremst er tað hetta við at granskarar eru ósamdir. Jú vist eru teir tað, men bara um hvussu okkurt hendir, ikki at tað hendir. Lat okkum taka menningarlæruna (sum er ein læra ella teori). Granskarar eru ósamdir um eina rúgvu av detaljum, men ONGIN setur spurnartekin við, at núverandi djórasløg eru ment frá øðrum sløgum, sum eisini vóru ment frá sløgum fyri tey. Hetta síggja vit við at hyggja at fossilum, og nú kunnu vit eisini síggja við DNA royndum, at djórini eru skyld við hvønn annan, og tí hava somu forfedrar. (Hey, um vit kunnu siga hvussu menniskju eru skyld við hvønn annan við at brúka DNA, hví kunnu vit ikki gera tað sama við djórasløg?). Tað, sum granskarar skeldast um, er mekanisman. Teir flestu eru samdir um at náttúrligt úrval er sílan, sum sorterar tey djórini frá, sum ikki kunnu klára seg. Men so er tað úrvalið. Har eru mutatiónir, blanding av genum frá mammu og babba og alt møguligt tekniskt, sum eg ikki fari inn á her, sum ger at tað finnist eitt úrval av djórum í hvørjari generatión. "Sílan" sáldar so tær variatiónirnar frá, sum ikki klára seg líka væl sum hinar. Sært tú munin? Granskarar eru ikki ósamdir um tað faktum, at menning hendir, har eru bara ósemjur akkurát hvussu tað gongur fyri seg. Tó er bara talan um smáar detaljur, ongir seriøsir lívfrøðingar avnokta, at náttúrligt úrval sáldar tey minst egnaðu frá. Tað er heldur ongin seriøsur lívfrøðingur, sum avnoktar nyttuna av mutatiónum, tá tað kemur til at skapa størri úrval.

Darwin sjálvur visti ikki nakað sum helst um genetikk. DNA var ikki uppdagað tá, so hóast hann sá, at eginleikar blivu arvaðir ígjøgnum generatiónirnar, so hevði hann ikki vitan, til at siga hvussu. Nú vita vit hvussu tað hendi, men vit vistu longu tá, at tað hendi. Richard Dawkins sigur menning vera eitt faktum, og hann hevur púrasta rætt. Menningarlæran er ein teori (ástøði á góðum føroyskum) um hvussu menning hendir, og har er lítil ivi um at hon er røtt. DNA tekur undir við hesi ástøði, fossilini gera tað, kanningar við bakterium taka undir við henni. Higartil hevur onki verið, sum hevur mótprógva nøkrum pástandi, sum menningarlæran kemur við. Tí stendur hon enn. Kom við einum pástandi um Guð, sum tað ber til at mótprógva, og so skalt tú nokk síggja hypotesuna fella, so skjótt ein seriøsur granskari fer í gongd. So nei Maria, granskarar eru ikki ósamdir um annað enn mátan at greiða frá hvussu ting henda. Vit vita, at um vit hoppa av einari brúgv, so detta vit niður og vit vita, at okkara børn arva okkara eginleikar. Tað, vit hava verið ósamd um, er hvussu tað ber til, at vit detta, tá vit hoppa av brúnni og hvussu tað ber til, at okkara børn líkjast okkum. So skjótt vit læra okkurt nýtt (sum til dømis DNA) so vita vit hvussu, og ósemjan hvørvur.

Fyri tað næsta, so er eitt bíbliusitat ikki nøktandi provførsla fyri nakað sum helst annað enn hvat stendur í bíbliuni. Hvat vil Maria hava ein gudloysing at gera við hennara sitat? Hvat fyri vreiði er tað, at jørðin nøtrast av? Er hatta ein pástandur, sum kann kannast og mótprógvast? Ella er hatta bara orðavavstur? Maria heldur tað er ótrygt at líta á menniskjans metingar, men hon hevði ikki verið til, um menniskjan ikki gjørdi sinar metingar, og leyt á tær. Einaferð í hennara ættartalvu, var onkur sum mátti í ein bát, máti ringja onkrastaðni, mátti sáa rætta tíð av árinum, mátti kóka vatn ella mat fyri at drepa bakteriur (hóast tey ikki vistu hvat bakteriur vóru fyri fidusar) osfr fyri at yvirliva og fáa børn. Um tey ikki festu sítt álit á vitan, sum menniskjan hevði samlað sær um hesi ting, so høvdu tey ikki fingið børn, og so var ongin Maria til.Trupulleikin vísir seg at vera tann, at tá vitanin ikki direkta hevur nakað at gera við yvirliving, so er tað í lagið at ignorera hana, ella siga at hon er óviss. Tað ger tað sjálvandi uppaftur verri, um vitanin sáar iva um hvørt Guð er til.

"Hugsa sær til, hann [Victor Danielsen] gjørdi hetta valið sum ein ungur drongur, at hann skuldi boða øllum føroyingum gleðiboðskapin um Jesus, hann ferðaðist um allar oyggjarnar og var í øllum bygdunum í landinum og talaði og sang. Um vit nú hugsa okkum til, at hann ikki hevði valt hetta, hvussu nógv øðrvísi hevði mangt kanska ikki verið, um hann í staðin hevði valt at sagt føroyingum, at Guds orð er tvætl, at tað eru bara nøkur væl samansett orð um ein Gud, sum vit ikki kunnu líta okkum á, og at gudloysi er tað einasta rætta.
Tað eru smá hundrað ár, síðani Victor byrjaði sína tænastu, hvussu stóra signing tað hevur verið til, og hvussu stóran ávøkst tað hevur borið, fáa vit eina ferð at vita. Tað kundi verið áhugavert at vita, hvussu nógv gott fer at spyrjast burturúr boðanini um, at Guds orð, bert eru tóm orð og einasta vónin hjá menniskjum er gudloysi."

Tað ber illa til at siga hvat hevði hent, um okkurt ikki var sum tað var, men eg fari at gita, at Miðflokkurin hevði haft minni vald til at gera lívið súrt fyri okkum vanligu føroyingar, trúgvandi sum ikki-trúgvandi. At hann skal ganga runt og harmast yvir at bæði eitt og annað er synd, ger tað trupult fyri fólk at konsentrera seg um hvat er rætt og hvat er skeivt. Hetta er ivaleyst eisini orsøkin til at fólk sum Richard Danielsen breiða seg út um hvussu forferdiligt tað er at Fólkaheilsuráðið upplýsir okkara tíverri alt ov óvitandi ungdóm um trygt sex og deilir ókeypis hítir út. Tær áttu forrestin at verið ókeypis alla tíðina, og burdi ligið frammi í barrum og diskotekum. Hetta hevði ivaleyst minkað um talið av kvinnum, sum vilja hava abort - og sum ikki fáa hana, tí fólk sum Jenis eru nakrar krukkur.

Vónandi fer nógv gott at spyrjast burturúr felagnum Gudloysi, sum til dømis at politikkarar, sum grunda sína próvførslu á Bíbliuna, ikki fáa frið til at gera tað longur. Eg haldi ikki at gudloysi (altso ikki felagið, men tað at vera gudloysingur) er einasta vón hjá menniskjum. Tað er bara ein tilstandur, sum summi fólk enda í, tí tey ikki hava sæð nøktandi prógv fyri, at ein gudur er til. Vónin finst í vísindunum, kærleikanum og øðrum menniskjum. Ella - tað ger hon hjá mær.

1 comment:

  1. Hei,

    det var morsomt å lese en blogg fra Færøyene!

    Beklager at jeg ikke kan skrive på færøysk.

    Med vennlig hilsen

    Erik Ribsskog

    ReplyDelete