30.11.08

Aral Sjógvurin

Var og ferðaðist í einar 5 dagar fyri stuttum. Løgi sum eg næstan ongantíð ferðist, tá mann hugsar um at eg búgvi mitt í einum fantastiska spennandi landi. Oh well, tað er nokk nakað annað, tá mann býr í tí.

Eg og sjefurin, Andy, fóru "road trip" til Karakalpakistan at síggja Aral Sjógvin, ella tað sum er eftir av honum. Vit høvdu planlagt at fara at vitja býin, har tað ber til at síggja bátar liggja strandaðar eftir at sjógvurin minkaði so drastiskt, og síðani fara allan vegin upp til nýggju strondina. Tíverri fingu vit bensintrupulleikar. Ikki ein tann einasta bensinstøð hevði bensin (men tað bar til at keypa gass, um mann hevði ein bil, sum kundi koyra uppá tað) so vit máttu pent geva upp eftir ein heldur villingarsaman túr úr Nukus (okkara basa-statión, har hotellið var) til onkra fjarðskotna bygd, og útseta túrin til dagin eftir við vónini um at vit tá høvdu funnið bensin. Tíbetur kendi reseptionisturin onkran sum vit kundu keypa bensin frá. Og rætt var, tá vit komu fram (hetta var bara eini vanlig sethús) vóru longu nógvir bilar har og fólk keyptu bensin í fløskum. Vit skuldu hava 100 litrar, hehe. Tíbetur høvdu vit bæði tikið nóg mikið av pengum til at keypa alt bensini uttan at hin noyddist at gjalda nakað av tí, tí bensinið kostaði tað dupulta av tí vit vóru von við.

Líkamikið, vit komu so fram til "býin við bátunum" sum einaferð var ein fiskihavn, og nú liggur fleiri kilometrar frá strondini. Her eru nakrar myndir av fyrrverandi Aral Sjónum.


Bátar nær við Muynak, har sum Aral Sjógvurin einaferð var

Muynak var einaferð eitt sindur sum ein føroysk bygd (tó eitt sindur størri). Tey høvdu stóran fiskiflota, og einaferð tá hungursneyð var i Russlandi, bjargaðu bátarnir í Muynak nógvum mannalívum við at senda fisk til teirra. Í Sovjetttíðini bleiv tað øgiliga "inn" at dyrka alla landjørð, sum var til taks, so ferkilometur fyri ferkilomteur av oyðmørk bleiv gjørd til landbrúksjørð í Usbekistan, Kasakstan og alla møguliga aðrastaðni her um leiðir, sum jú eisini verður gjørt aðrastaðni. Her í Usbekistan fóru tey at dyrka bummull, men alt vatnið, sum skuldi til fyri at gera oyðimørk til landbrúksjørð, mátti jú koma onkrastaðni frá, og hetta bleiv Amu Darya áin, sum rennur úr fjøllunum í Kirgisia (Kyrgystan) oman í Aral Sjógvin. Áin er nú bert eitt fán av tí, hon einaferð var, og sjógvurin tað sama. Bummullin grør sum vant, og landbúnaðurin gongur heilt ok, men tey, sum einaferð livdu av fiskiskapi her, sita við turran munn. Í Kasakstan hava tey byrgt tann partin av sjónum sum fær sítt vatn frá Syr Daryu inni, og har gongur eitt sindur betur. Tey hava hóast alt fisk í sínum parti. Sunnari parturin (burdi sagt partarnir, tí har eru tveir nú) hava onki lív í, tí sjógvurin er alt ov saltur og fullur í kemikalium av ymiskum slag.


Eitt fiskiskip liggur á hav(sjó)botninum við Muynak og rustar burtur í onki.

Her eru tríggjar myndir av Aral Sjónum nú og fyrr. Eg ætlaði at finna eina av Muynak frá gomlum døgum, men eg finni onga, so eg má bara fyristilla mær hvussu har sá út. Kanska nakað sum í Klaksvík.



1989 2003 2008

Myndirnar eru frá Wikipedia sum eisini hevur ein frálíka grein um sjógvin.

BBC hevur ein grein um Aral Sjógvin.

Har eru nógvar síður, sum siga frá støðuni, tað er bara at googla, um mann hevur hug at blíva eitt sindur deprimeraður.

No comments:

Post a Comment