30.11.08

Góður pápi: Kombikk

Gasterosteus aculeatus

Tey flestu av okkum, hava ivaleyst hoyrt um kombikk. Eg rokni við tað eisini eru nógv sum plagdu at fanga kombikk, tá tey vóru børn. Tað gjørdi eg. Eg visti tó onki um hendan sera vanliga fisk, sum vit hava í hyljum runt um í landinum. Tað var ikki fyrr enn eg fór at lesa djóraatferð, at eg fann útav at ein atferðarfrøðingur sum æt Niko Tinbergen, hevði brúkt nógva tíð uppá at kanna atferðina hjá kombikkum. Sakin er tann, at kombikk, hóast tey eru so vanlig, smá og keðilig at hyggja uppá, hava sera áhugaverda atferð. Tað sum er serliga áhugavert, er atferðin hjá hanninum í gýtingartíðini.

Tað mesta av árinum eru kombikk grábrún, svimja saman í stimum og brúka tað mesta av síni tíð uppá at finna mat og krógva seg fyri rovdjórum.

Um várið hendir so tað, at hannarnir skifta lit. Teir blíva blágráir um ryggin, fáa reyðan háls og blá eygu (sí mynd). Orsøkin til hetta skifti, er at teir eru klárir at reiðrast. Hannurin borar eitt hol í undirlagið og leitar so eftir plantuleivdum, sandi, skeljum og øðrum, sum hann klistrar saman við sevju úr nýrunum oman yvir holið. Reiðrið er ein tunnil, sum eitt kombikk akkurát passar ígjøgnum, og hannurin verjir tað ógvuliga væl. Ongi onnur kombikk sleppa nær, og allir aðrir hannar kunnu vænta at fáa ein ordans umgang um teir hætta sær ov nær.

Um ein hon nærkast, ger hannurin sum hann ger við øll onnur kombikk, og leggur á hana. Tær flestu rýma so, og so er liðugt við tí. Tó, um honin er klár at gýta, fer hon ikki undan, og spennir búkin hjá sær út meðan hon lyftir stert og høvd uppeftir. Tá byrjar paringsdansurin hjá hanninum, har hann skiftivís skumpar til honina, og enntá bítir hana, og so svimur yvir til reiðrið. Hetta, sum ofta verður kallað sikksakk dansurin, blívir hannurin við at gera, til honin kemur til reiðrið. Hann vísir henni á inngongina til reiðrið, og hon fer inn, gýtir og út aftur í hinum endanum. Tá tað er gjørt, fer hann sjálvur ígjøgnum, og rekur so honina burtur. Tá hann hevur fingið fult reiður (og tað kann vera frá upp til fleiri ymsikum honum) verjir hann tað inntil rognið er klakt. Tað er alneyðugt at hann verjir tað, ikki bara fyri øðrum hannum, sum kunnu gera fortreð, men eisini fyri honum, sum ikki eru í gýtingarlag. Hetta tí, at tað hendir seg, at kombikk kunnu leggja á reiðrið og eta rognið, um hannurin ikki ansar nóg væl eftir. Eg havi sjálv upp til fleiri ferðir sæð ein heilan stima leggja á eitt reiður, har hannurin ikki megnaði at forsvara tað. Afturat at verja rognið, syrgir hannurin eisini fyri at tað fær nóg mikið av súrevni, við at veiftra nýtt vatn inn í reiðri. Tað er ikki fyrr enn ynglið er komið úr reiðrinum, og farið avstað, at hannurin gevst at ansa eftir.

No comments:

Post a Comment