30.11.08

Fosturtøka er IKKI morð!!!!!

Tað er heilt forferdiligt eg kann blíva móð av at hoyra fólk siga tað. Tað er simpulthen ikki eitt haldbart argument ímóti fosturtøku.

Hví? Jú tí: Eitt fostur yngri enn markið fyri fosturtøku, veit ikki til sín uppá nakran máta. Tað er at rokna sum ein reyðmaðkur í tilvitan. Jaja, eg veit tað kann blíva til eitt lítið menniskja, sum veit til sín, men tað er altso ikki komið so langt enn. So gevst við hasum; tað er onki minni enn følilsisavpressing, og hevur onki at gera við objektiva argumentatión. Um fosturtøka er morð, so er tað eisini morð, at sløkkja fyri apparatunum, sum halda einum heiladeyðum livandi.

Og so hoyri eg øll anti-abort fólkini skríggja, at tað er munur á einum fólki, sum ongantíð fer at vakna aftur, og einum barni (ja, tað dámar teimum at kalla fostur, tað skal helst vera so kensluborið sum gjørligt) sum kanska fer at vera tann næsti Einstein, ella whatever. Segði nakar stráðmaður? Sorry. Jú sjálvandi er munur á. Tað er júst tí, at eg haldi at málið um fosturtøku hevur fortjent eitt sakligt umfevnandi kjak, sum tekur allar nuansur og trupulleikar, øll argument, fyri og ímóti, alla vansar og fyrimunir við. Tað nyttar onki at feiða kjakið av borðinum við einum "fosturtøka er morð" ella ein annar favorittur: "Synd".

Og hvat haldi eg um fosturtøku? Mær dámar ikki tankan, og eg ætli mær at gera mítt til ongantíð at koma í eina støðu, har eg føli meg noydda at taka valið. Tó kann eg siga so mikið, at eg nú kenni meg nóg væl fyri uppá allar mátar til at taka mær av einum barni, so hevði ivaleyst ikki valt fosturtøku, um eg bleiv uppá vegin í dag. Hinvegin havi eg ikki altíð havt tað so. Eg minnist tá eg var 18, at eg kjakaðist við nakrar vinkonur um fosturtøku. Tá segði eg, at um eg bleiv uppá vegin tá, so hevði eg valt fosturtøku, um eg kundi. Ringt at samanbera meg sjálva við tá eg var 18; alt var meira svart/hvítt tá, og eg hevði sæð dømir um ungar gentur, sum blivu við barn, og óynskt børn við ringum mammum. Eg vildi simpulthen ikki í ta støðuna sjálv.

Hetta er eitt trupult evni, og tað hevur øgiligar avleiðingar fyri kvinnur í Føroyum, báar vegir. Eg vildi so ynskt at fólk góvust við sínum fordømandi fjasi, og reint faktiskt komu við onkrum konstruktivum, sum kann hjálpa okkum øllum at einast um hvat er rættast at gera.

Uppskot:

1. Finn fram umfatandi hagtøl yvir orsøkir til fosturtøku í okkara grannalondum (tey í Føroyum eru ikki umboðandi fyri veruligu støðuna, tí fosturtøka er ikki eitt frítt val her)

2. Upprætta ætlanir fyri hvussu vit kunnu fyribyrgja, at tær kvinnurnar, sum oftast velja fosturtøku, koma í ta støðuna av fyrstan tíð.

3. Set hesar ætlanir í verk. (Eg giti hetta verður ymiskt, so sum upplýsing, lættari atgongd at angripillarum og tílíkt)

4. Innfør fría fosturtøku. (Um samfelagsligu trupulleikarnir, sum føra til, at kvinnur hava fosturtøku fyri neyðini, eru loystir, vera eisini færri kvinnur, sum ynskja fosturtøku.)

Altso: Um vit vita, hvat høvuðsorsøkirnar til fosturtøku eru, so er væl eisini nakað konstruktivt vit kunnu gera við tað, ikki so? Og um vit gera hetta, so er væl ikki neyðugt at banna fosturtøku, tí so eru tað ógvuliga fáar vanligar, ábyrgdarfullar, at sær komnar kvinnur, sum koma í ta støðuna. Spurningurin er so um tær kvinnurnar, sum hóast alt hetta megna at blíva við barn uttan at vilja tað, eru egnaðar at vera mammur...

Hey: Um vit kunnu fáa roykjarar, at gevast at roykja í so stóran mun, sum vit hava, kunnu vit eisini fáa fólk at dyrka ábyrgdarfult sex, ikki so?

No comments:

Post a Comment