30.11.08

Talufrælsi, Dimma og Politikkarar

Harra mín, sum standurin er í Føroya landi fyri tíðina.

Fyrst melda nakrir heilaleysir politikkarar við Miðflokkinum á odda út, at teir vilja seta filtur á internetið, so tað ikki skal bera til at síggja porno. Hetta er veruliga nakað av tí mest absurda eg havi hoyrt í langa tíð. Hava teir ikki hoyrt at "the internet is for porn"? Ella, jú tað er kanska akkurát tað teir hava hoyrt. Eg veit ikki hvussu teir ætla sær at sensurera internetið fyri porno, men um tað ikki var tí eg helt tað var ekstremt langt úti at gera tílíkt, hevði eg ynskt teimum góða eydnu. Og hvat telja teir sum pornografiskt tilfar? Skal ein síða sum tann hjá "Tidens kvinder" sensurerast? Hvat við Youtube? Har finnast videoklipp inni á Youtube, sum veruliga ikki eru fyri sartar sálir. Skal tað so eisini sensurerast, líkasum tað er her í diktatoriska Usbekistan? Møsn úr enda í annan. Takið tykkum so for f*nin saman! (sjálvsensur, hehe)

Síðani verður alt Kjak.fo lukkað niður, tí, sum eg skilji tað, ein persónur avdúkar eitt navn, sum ikki mátti avdúkast. Hvar bleiv talufrælsið av? Tak ikki feil. Eg haldi absolutt tað er skeivt at alment blaka runt við nøvnum, og ákæra fólk fyri líkt og ólíkt, men vanliga klára kjakansararnir á kjak.fo altso væl at halda skil á. Tað er meira enn so hent seg at postar eru slettaðir av kjakleiðarum, tí fólk vóru útspilt, og tað er púra rætt. Kjakið hevur nakrar spælireglur, og tey sum bróta tær kunnu risikera at fáa sín brúkara slettaðan. Um tað er meira alvorligt, ber til at melda, og tá ber til hjá politiinum at finna fram til viðkomandi, um hann/hon er dulnevnd/ur. Men soleiðis var ikki hesuferð. Alt kjakið sum tað var bleiv niðurlagt uttan ávaring og uttan nakra sum helst frágreiðing til teir meira enn 3000 skrásettu brúkararnar. Og hvør gjørdi hetta? Ongin annar enn okkara egna Dimma! Tað er jú Dimmalætting sum eigur kjak.fo, men tað vilja tey so opinbart ikki longur. Kjak.fo skal eftir øllum at døma vera niðri til ein keypari er funnin (so Dimma sleppur undan at hefta fyri tað, sum brúkararnir kunnu finna uppá at siga, meðan teir útnytta sítt talufrælsi. Ella soleiðis sær tað út. Dimma hevur kanska hug at geva eina aðra frágreiðing?). Tað er stór skomm. Tað er jú ikki tí at kjakarar á kjak.fo vilja sleppa at spilla fólk út, men tí at ein gjørdi tað, so skulu øll sum brúka torgið dagliga hava munnkurv. Tað er her at talufrælsið bleiv skert. Ikki hjá tí persóninum, sum segði nakað býtt, men hjá øllum hinum, sum onki høvdu við tað at gera, men sum hava stóra gleði av at "endiliga kunna siga sína meining", sum slogannið jú er. Vit eru flýdd inn á Facebook, á bloggurnar og ivaleyst onnur støð á internetinum, sum tað ikki er so lætt hjá nøkrum í FO at taka niður, men tað er ikki rætt at halda allar brúkararnar á kjak.fo fyri gjøldur á hendan hátt.

Frælst internet er ikki nakað vit fegin vilja hava, tað er nakað vit krevja! Alt annað er sensurur líkasum í Kina, Saudi Arabia og Usbekistan. Er tað tílíkum londum vit vilja líkjast?

No comments:

Post a Comment