30.11.08

Millum annað góð mamma: Tvístertan

Forficula auricularia

Kann líka so gott siga tað beinanvegin. Eg hati tvístertur. Tað er ikki bara tað, at tær koma inn, vandra runt eftir veggunum, krógva seg undir borðlappum ella vitja meg í songini, sum ger tað. Tær hava eisini hasa vemmiligu klípintongina til stert, sum tær glaðar og fróðar hótta einn fullvaksnan lívfrøðing, sum burdi vitað betur, við. Puha. Tað er bara eitt við tvístertuni, sum fær meg at fyrigeva henni alla sína vemmiligheit, og tað er, at hon er ein (relativt) góð mamma.

Okkara tvísterta, er tann vanliga evropeiska tvístertan, sum er at finna, ikki bara í Evropa, men eisini í Norður Amerika, har hon er innførd (ivaleyst av óvart) av menniskjum. Hon er hampuliga alt-etandi og er mest aktiv um náttina. Hon er forvitin, djørv og ikki sørt býtt, og endar tí ofta í baðikørum, spannum við sápuvatni osfr. Tá vandi er á ferð, letur hon seg detta niður (um hon er á einum veggi ella líknandi) og rennur so inn í nærmasta skjól, sum hon finnur. Hon dugur at flúgva, men tað er óvanligt at síggja eina tvístertu flúgva. Hon kann eisini klípa við stertinum, men tað nyttar sjálvandi ikki so nógv ímóti fólki. Sterturin riggar best til at forsvara seg ímóti øðrum á hennara egnu stødd, at fáast við veingirnar (ivamál tykist vera um, hvørt hon nýtir stertin at lata teir upp, ella balla teir saman) og tá hon parast (óvist hvussu). Tvístertuni dámar at krógva seg í fuktigum, myrkum og køligum støðum um dagin, og tað skal helst vera trongt. Tí er vandi fyri at finna hana undir borðlappum, bløðum og skóm til dømis.

Náh, men tað vóru hennara mammu-eginleikar. Tvístertan verpur um 50 egg í eitt reiður undir jørð, og verjir síðani reiðrið ímóti fíggindum (eisini øðrum tvístertum, og sjálvt pápin sleppur ikki inn í reiðri), heldur eggini rein og passar tey til tey eru klakt. Síðani verjir hon eisini larvurnar, sum líkjast akkurát einari vaksnari tvístertu, bara minni og ljósari. Ikki fyrr enn larvurnar hava skift ham fyrstu ferð, og eru farnar avstað, gevst hon at ansa eftir teimum. Tað at verja sínar ungar, er ikki óhoyrt í insekt-verðini, men er hóast alt ikki serliga vanligt heldur. Tí haldi eg, at henda atferð er áhugaverd, og ein formildandi faktorur, sum ger at eg hati tvístertuna bara eitt lítið sindur minni.

Les meira:

Tree of Life um Dermaptera

University of Florida um tvístertur

Wikipedia um Dermaptera

No comments:

Post a Comment