16.1.09

Hurrá fyri "The Kennel Club"!!

Eg helt aldrin at hasi orð fóru at koma um mínar varrar (og ikki minst niður í skrift). Men nú hevur The Kennel Club (bretska HUFF) gjørt av at reglugera ímóti hundum, sum hava ringa heilsu vegna sína útsjónd. Til dømis merkir tað at enski bulldoggurin ikki longur kemur at vera so avskeplaður, yay! Hetta eru sanniliga gleðilig tíðindi.
Hendan greinin lýsir nærri hvat og hvussu. Eg seti so stóran prís uppá at tað er júst The Kennel Club, sum til dømis stendur fyri stóra hundashowinum "Crufts", sum kemur við hesum útspælinum. Tað hevur harmað meg í langa tíð at síggja hundar, sum heilt opinlýst líða undir forfeingiligheitini hjá sinum eigarum, fáa fyrstu premiu í hundashowum, simpulthen tí onkur idiotur hevur avgjørt at hundurin "eigur" at síggja soleiðis út. Vónandi verður henda nýggja reglugerð at síggja aftur í Crufts í mars.

Nakrar broytingar eg havi longst leingi eftir:

  • Forbronglaðu høvdini á bulldoggum, fronskum bulldoggum, moppum við meira sleppa ikki longur at vera heilt líka ekstrem. 
  • Eyguni á nærum júst teimum somu sum í undanfarna punkti sleppa ikki at vera ekstremt stór og útstandandi.
  • Ullin á summum rasum við nógvari ull sleppur ikki longur at vera til hindurs fyri rørslu og heilsu á hundinum, og hon skal heldur ikki forða einum hundi í at síggja.
  • Chihuahua skal nú ikki longur vera so lítil sum gjørligt 1,8 til 2,7 kilo vera fyritrekt og minni hundurin skal ikki (neyðturviliga) vinna um tveir hundar annars er ógvuliga líkir í eini kapping.
  • Sjefarin, bulldoggurin, gravhundurin, basset hundurin og aðrir fáa nú meira spesifikkar reglur fyri beinlongdir og proportiónir fyri at syrgja fyri at teir fáa flutt seg ordiligt.
Har var ymiskt annað og hóast tað mesta er alla æru vert, so haldi eg tað omanfyri umfatar tey mest týdningarmiklu tingini. Nógvar av broytingunum eru tó nakað bleytar í tí. Tær loyva alarum og dómarum at tulka nakað eftir vild, men ikki heilt so nógv sum áðrenn. Í tí minsta so leggja broyttu rasustandardinir ikki upp til ein direkta ósunnan hund í heilt sama grad sum fyrr.

Nú verður spennandi at vita um BBC fer at vísa Crufts hóast alt, sum traditiónin hevur verið í nógv ár. Tey søgdu nemliga fyri stuttum at tey ikki vildu vísa Crufts, tí tey hildu tað promoveraði djórapínslu (Go BBC! Enn eru knotur í tykkum!).

Um eg ráddi vóru broytingarnar nógv meira umfatandi, men hatta er so ein byrjan. The Times siterar formannin í British Bulldog Breed Council, Robin Searle fyri at siga: 
"What you’ll get is a completely different dog, not a British bulldog"

Áh so? Ja lat okkum síggja tvær myndir av bulldoggum nú og fyrr meðni:
Soleiðis sær ein modernaður bulldog út:

Og soleiðis sóu upprunaligu bulldoggarnir út:

Eg síggi nokkso stóran mun...

2 comments:

  1. Eftir myndini at døma eru bulldoggarnir upprunaliga sera flottir hundar. Gud viti (ella er tað "menniskjan viti) hvat tað skuldi til at skapa hatta skrímslið á ovaru myndini.

    ReplyDelete
  2. Ja, teir sou nakad ut sum boxarar vid longri snuta. Ekstremt innavl er svarid til handan spurningin. Mammur og synir, syskin, papar og dotur. Tad var ganska almindiligt at gera so fyri at faa ynsktu utsjondina. Nogvar av nyggjaru rasunum koma fra ogvuliga faum forfedrum. Sindur fragari er tad vid teimum gomlu "upprunaligu" rasunum.

    ReplyDelete