25.1.09

Feminisma?

Tað er øgiligt sum fólk ofta duga at skjóta seg sjálvi í fótin, og tað er tað er haldi feministarnir hava gjørt í seinastuni.

Onkur gjørdi meg sum ikki einaferð varuga við hvussu feministar uppføra seg sum um tær hata mannfólk. Hetta haldi eg er púra absurd tí hvussu kanst tú hata helvtina av øllum fólkunum í heiminum? Eg kann ikki fyristilla mær annað enn at tað er eitt fátal av feministum, sum veruliga hata menn, og at nógvar av teimum sum uppføra seg sum tær gera tað, í veruleikanum hava ein hund grivnan onkra heilt aðra staðni.

So hesin posturin er til tykkum mannfólk har úti, sum halda at allir feministar per definitión hata mannfólk.

Fyri meg byrjaði feminisman sum ein alneyðug rørsla sum samlaði kvinnur um sakina at fáa somu lógarfestu rættindi sum menn. Tað hava vit nú, og summi vilja kanska vera við at vit eru við at detta í hina grøvina. Tað kann so diskuterast, og er ikki nakað eg tími at brúka hendan postin til at tosa um. Eg vil heldur tosa um hvat feminisma er blivin til síðan vit fingu hesi ymisku rættindi, sum vit ikki høvdu fyrr. Tær flestu av okkum feministum hava nú nóg mikið við at rópa upp og skelda, um vit fáa eygað á órættvísi, sum enn gongur fyri seg (ólíka løn fyri líka arbeiði, til dømis) og annars uppføra okkum sum vit eru líkar hjá monnum (hvat vit jú eru). So er tann søgan eisini liðug. Eg gangi virkuliga ikki runt og skeldi mannfólk út í tí dagliga ella gremji meg um at eg veri niðurtraðkað ella hvat tað er. Tað behøvist eg jú ikki, tí tann tíðin er av.

MEN, so er tað summar, sum opinbart ikki hava uppdagað at vit ikki longur noyðast at ganga runt og berjast fyri okkara rættindum og síggja menn sum tann stóra fíggindan. Eg veit ikki um tær hava okkurt kompleks ella hvat, men tær hava eftir øllum at døma ikki uppdagað, at stríðið er av. Ongir menn ganga og nokta okkum at gera tað vit hava hug til. Vit kunnu rotta okkum saman og bara velja kvinnur á ting, og soleiðis nærmast taka valdið í einum landi. Har er veruliga onki at fara eftir, uttan eitt. Men tað er eitt stórt ting:

Konufólk eru so forbannað raskar at rakka niður uppá hvørja aðra. Vit unna ikki hvørjum øðrum karrierur, góða løn osfr, so vit blíva súrar og bitrar yvir at aðrar klára seg væl. So byrja vit at beskylda tær fyri at vera vánaligar mammur, ella kaldir fiskar um tær ikki vilja hava børn, og karrierukvinnan blívir ímyndin av tað ringasta ein kvinna kann vera. Hvussu í h*lviti skulu vit so vænta at samfelagið sum heild (tvs menn íroknað) tímir at respektera karrierukvinnuna? Eg haldi tað er uppá tíðina at feministar alla staðni taka seg saman og ásanna at teirra størsta forðing er tær sjálvar. Vit hava vald, vit hava útbúgving, vit kunnu alt. So hví f*nin ganga vit so runt og gremja okkum um hvussu vemmiligir menn eru? Og hví í allari víðastu verð ganga vit og rakka niður uppá hvørja aðra og harvið gera tað legitimt at hugsa so um konufólk hvørt tú ert maður ella kvinna?

Sorry menn. Tit hava ikki fortjent at konufólk ganga runt og uppføra seg sum offur av tykkara maktsjúku. Tað er eitt fátal av monnum (men ikki so øgiliga fáir innan ávís trúðarsamfeløg í FO), sum reint faktiskt royna at standa í vegin fyri kvinnum. Vit duga bara so ekstremt væl at standa í vegin fyri okkum sjálvum (kanska eisini serliga tær sum liva innan ávís trúðarsamfeløg í FO).

Vil fegin enda við at siga at eg haldi onki ringt um tykkum menn, men feministur eri eg. Har er bara munur á at vera ein feministur, sum roynir at halda fast við hesa relativt nýggju janvstøðu vit hava fingið og einum feministi sum, óvist hví, hatar menn.

So kvinnur: Takið tykkum saman! Eg tími ikki at hoyra menn spilla feministar út, tí summar av tykkum uppføra tykkum sum neyt.

No comments:

Post a Comment