5.2.09

Keeeeeeeert!

Nú skal eg geva tær djóraatferð so tað baskar!

Inni á Tetrapod Zoology er ein grein um ein papageyk, sum eg ongantíð hevði hoyrt um fyrr. Hann er gott nokk eitt vidundur av einum djóri:


Hann angar av blómum, gongur á jørðini og klatrar tí hann flýgur ikki, hann spinnur sum ein ketta tá tú lyftir hann upp og er øgiliga spakur av einum villum fugli at vera. Hann er eisini eitt gott kelidjór.

Hesin grøni landpapageykur eitur kakapo (Strigops habroptilis) og býr í Nýsælandi á smáum oyggjum, har rottur og onnur fremmand rovdjór ikki búgva. Fyrr var hann vanligur um alt Nýsæland, men sum ikki einaferð er við tílíkum spøkum dýrum, sum ikki eru von við at verja seg ímóti rovdjórum, er hann nú ógvuliga hóttur mest vegna ovurveiðu og fremmand rovdjór, sum fólk hava tikið við til oyggjarnar.

Hann er eisini nakað sum stóra pandabjørnin, tí hann er ringur at fáa at nørast væl. Antin verpur bøgan als ikki, tí har er ov lítil matur, ella kann hon finna uppá at (ikki við vilja) at verpa egg við nógv fleiri hannum enn honum alt eftir hvussu væl hon er fyri.

Kakapo eru einastu papageykar sum ikki flúgva, einasti fuglur í Nýsælandi sum hevur "lek" og einasti fuglur nakrastaðni, sum ikki flýgur og hevur "lek".

"Lekking" er áhugaverd atferð. Hetta sæðst í fuglum (sum kakapo), súgdjórum (sum "topi"), fiskum og skordýrum. Tó er vanligast at tosa um lekking tá tað kemur til fuglar. Tá tíðin kemur til at nørðast samlast hannarnir á einum ávísum stað og gera seg upp fyri honunum. Ofta berjast teir um besta plássið í fyrstuni men tá tað kemur til at tiltrekkja honirnar handlar tað um at vísa hvussu raskir teir eru uppá ymsar mátar. Kakapo fuglurin rópar niður í eina (heimagjørda) kullu, sum virkar sum ein ljóðforsterkjari og rópið kann hoyrast upp til ein kilometur í stilli og upp til 5 kilometrar í undanvindi. Har eru fleiri ymisk ljóð, sum fuglurin kann gera, og tað ber til at hoyra tey inni á wikipedia. Tá ein bøga so kemur nær byrjar steggin sín paringsdans og um alt gongur eftir ætlan parast tey, fyri so at fara hvær til sítt. Bøgan tekur sær av eggum og ungum sjálv og steggin fer aftur at royna at tiltrekkja fleiri bøgur við sínum lek rópum.

Hvussu er og ikki, so eru so vítt eg veit í skrivandi stund 90 kakapo til í Nýsælandi (og í verðini) og allir hava fingið navn. Møguliga eru fleiri beint nú, tí bøgurnar hava reiðrast í novembur-januar, so kanska spurdist onkur ungi burturúr.

Har er so nógv annað, sum eg kundi skrivað um henda fugl, men eg haldi eg fari at enda við nøkrum leinkjum til síður við upplýsing um kakapo.

Wikipedia

Kakapo Recovery


New Zealand Birds


The Fabulous Kakapo

No comments:

Post a Comment