10.1.09

Houbara bustard (Chlamydotis macqueenii)

So stórur sum mín áhugi fyri djóraatferð er, so er tað løgið at eg ikki havi skrivað nakað um djórið sum eg arbeiði við. Tað má eg heldur gera nakað við. Tí verður hesin postur um Houbara bustardar, fuglaslagið sum Sheik Muhammed av Dubai er villigur til at brúka eina formugu uppá.

Ongar góðar myndir finnast á internetinum av hesum fugli, so tað er gott eg havi tikið nakrar sjálv ;) Tíverri kann eg bara posta tær her í lítlari stødd, tí eg eigi ikki rættindini til myndirnar. Tey eigur sheikurin. Myndir finnast á internetinum av hinum slagnum av houbara, sum líkist nógv okkara:


Tvey sløg av Houbara
Tað finnast tvey sløg av houbarum, Macqueen's Bustard (okkara Houbara) og Houbara Bustard (Chlamydotis undulata). Okkara plagdi at vera ein undirart, men er nú góðtikin sum sín egna art. Fuglarnir hoyra til bustard (Otididae) familjuna og helst er hetta orsøkin til at okkara houbara enn eitur bustard men ikki longur houbara. Hetta er nokkso stuttligt, tí houbara er navnið arabarar brúka um bustardar og okkara houbara flýgur millum annað til Arabisku hálvoyggina um veturin. Hin houbara bustard býr í norður Afrika og ein undirart heldur til á Kanarisku oyggjunum. Líkamikið við nøvnum. Av tí at arabarar stýra showinum her, so kalla vit fuglin fyri houbara. Tað er eisini lættari at siga enn Macqueen's.

Intro og føði
Houbarar (okkara, ikki teir afrikansku) eru flytifuglar nakað minni enn kalkunir. Teimum dáma víðar fløtur við lítlum plantuvøkstri. Teir vilja sleppa at síggja langt, og eru so mikið væl kamufleraðir, at teimum nýtist ikki nakað serligt skjól at krógva seg í. Houbarar eru altetandi, men fyritrekkja insektir so sum meyrur og klukkur. Teir eta so at siga allan plantuvøkstur (bløð, fræð, urtir og gras), men av tí at teir búgva í oyðimerkrum er teirra plantuføði nakað avmarkað. Houbarar kunnu eisini finna uppá at eta smá fýrbein og slangur. Í fangaskapi dámar teimum væl at eta músaungar, men í náttúruni hevði hetta ikki verið vanligur kostur hjá teimum.

Flytifuglur
Teir flyta langt, heilt úr Miðeystri og upp í Mongoliið. Summir reiðrast her í Usbekistan, Summir í Kasakstan og aðrastaðni her um leiðir. Um veturin fara teir suðureftir, summir ikki longur enn til Afganistan og Turkmenistan meðan aðrir fara til Iran, Irak, Saudi Arabia og har um leiðir. Tó so, vit hava houbarar her um veturin. Ilt er at siga um hetta eru fuglar sum eru komnir úr Kasakstan ella onkra aðrastaðni norðanfyri, ella um hetta eru støðufastir fuglar. Vit ætla okkum at seta sendarar á okkara egnu fuglar og vónandi eisini onkran av teimum vit síggja her um veturin, so vit kunnu síggja meira neyvt hvussu teir flyta.

Nørðing
Houbarar fara ikki í fast parlag, men steggjarnir finnast ofta í "bólkum" av 3-5 har hvør steggi velur sær ein heygg ella okkurt og so standa teir og dansa fyri bøgunum um 200 metrar frá hvørjum øðrum. Hvussu hetta system fungerar, er ikki so væl kannað, men bøgurnar velja sær ein makað, óvist eftir hvørjari strategi og fara síðani avstað at reiðrast onkra aðrastaðni.

Houbarar verpa sum oftast 4 egg og 3 tá teir verpa uppaftur. Reiðri líkist einum tjaldursreiðri og tað gera eggini eisini hóast tey eru nakað størri og ofta meira brúnlig í forhold til tjaldursegg. Bøgan verpur eitt egg annan hvønn dag til reiðrið er fult og tað tekur 22 dagar at klekja eggini. Meðan bøgan bølir er hon ring at síggja, og liggur púra kvirr. Hon fer av reiðrinum um hon heldur at ein fíggindi fer at síggja hana og rennir avstað meðan hon roynir at halda seg so tætt niður at jørðini sum gjørligt. Hon fer bara á flog um vandin er ógvuliga stórur (til dømis um hon er við at vera yvirkoyrd).

Ungarnir koma vanliga úr egginum sama dag, møguliga við einum unga dagin eftir hinar 3. Teir eru kvikir úr reiðrinum og renna við fullari ferð hvør í sína ætt, tá vandi er á ferð og krógva seg undir ella við onkra plantu ella túgvu. Bøgan gevur ungunum at eta ta fyrstu tíðina, men teir byrja skjótt at pikka sjálvir eisini.



Fíggindar
Stórsti fíggindin hjá houbarum (burtursæð frá menniskjum) eru stórir rovfuglar, so teir halda seg mest gjørligt niðri á jørðini har tað er ringt hjá rovfuglum at síggja og fanga teir. Á flogi er houbarin klossutur og hevur ikki serliga høga ferð. Á jørðini rennur hann skjótt og er nærum ógjørligur at síggja.

(Myndin har líkist ógvuliga nógv okkara houbarum, men greinin um Macqueens er ikki verd at lesa. Má eg heldur fara at gera okkurt við, hehe)

Arkive um undulata (Har eru onkrir feilir, og ymiskt sum skal uppdaterast, men tað er ikki heilt av leið. Har eru eisini fleiri myndir av "hinum" slagnum av houbara. Ongin grein er til um Macqueens á Arkive)

Um undulata á heimasíðuni hjá størstu houbara alistøð í heiminum, sum liggur í Marokko. (Eisini her trongir til onkra uppdatering. Serliga at Macqueens altso ikki longur verður rokna sum ein undirart. Har er tó nógv áhugavert at lesa og síggja har inni).


EDIT: Eg havi tíverri slettað myndirnar, sum vóru í hesum posti, tí tær blivu ov populerar á google image search. So leingi tær lógu á síðu 30 í image search gjørdi tað ikki so nógv, men at onnur er fimta mynd á leitingini, er ikki so gott tí eg eigi ikki copyright til tær. Um tú vilt hava myndir at koyra í eina uppgávu ella whatever, so skriva bara til mín, ella googla "Chlamydotis macqueenii" á image search. Har eru nógvar myndir nú.

No comments:

Post a Comment