24.12.08

Gudleys jól!

Nú siti eg her, jólaaftansdag sum øll hini keðiligu fólkini, sum ikki hava nakað lív og spilli mína tíð á netinum.

Eg havi í allan desembur mánað, novembur og eisini nakað av oktobur lisið um "kríggið um jólini" yviri í USA. Summir amerikanarar eru altso eitt sindur meira enn løgnir. Teir halda tað, at gudloysingar ikki kunnu halda jól, og teir fáa ilt í reyvina av, at ein gudloysingur sigur "happy holidays" í staðin fyri "Merry Christmas". Hjá teimum sipar jólaheilsanin jú beinleiðis til kristnu bakgrundina, og tey hava jú so nógv fólk har yviri, sum ikki eru kristin (muslimar, jødar, heidningar osfr). Tí eru handlar og nógv fólk soleiðis generelt farin at siga "happy holidays", og sipa tá til hesar ymisku hátíðirnar, sum tey ymisku fólkini hava um veturin. Nærum allir átrúnaðir hava eina hátíð á miðjum vetri, og hetta er sjálvasagt tí at tá tað er myrkast og kaldast, hjálpir tað so væl at minnast, at tað skjótt fer at blíva ljóst aftur. Sum onkur segði "Axial tilt, is the reason for the season".

Nå, men aftur til kríggið um jólini. Hetta eru serliga fanatisk kristin har yviri, sum hava avgjørt, at gudloysingar eru í ferð við at oyðileggja jólini við at skúgva kristna boðskapin til viks, og heldur fokusera uppá materiellu virðini. Nógvir gudloysingar hava tíbetur víst hesum fjasinum aftur við at vísa á hvussu teir halda jól, og hvussu hetta á ongan hátt oyðileggur jólini. Tað er faktiskt so, at gudloysingarnir uppá ongan hátt hava tikið lut í krígnum, og hava sum so bara gjørt tað teir altíð hava gjørt og lati hesi fanatisku kristnu um at rópa og geyla í frið og náðum. Sjálvt "militant atheist", PZ Myers heldur at kríggið um jólini er ein joke, og hevur onki ímóti at siga "Merry Christmas", men hann boðar eisini glaður og fróður frá at gudloysingarnir hava vunnið, hehe.

Til allar seinast, nú eg havi gjørt mær so stóran ómak at spilla amerikanararnar út, so vil eg líka vísa á eina keldu her úr Føroyum, sum eisini heldur seg skula kríggjast um jólini. Og enn einaferð er tað ein kristin trúgvandi, sum ikki vil hava gudloysingarnar uppí part:

Eg veit ikki um tit skilja hetta. men eg vildi hildið, at finnist ein sannur ateistur, so heldur hann avgjørt ikki jól, líka lítið sum eg kundi funnið uppá at farið pílagrímsferð til Mekka í hesum døgum.
-John

Eg havi onki at siga til hansara meining um hvat ateistar skulu og ikki á jólum, tí hann kann halda hvat hann vil. Nú fari eg at pynta jólatræð, so fari eg at drekka meira kaffi og hugna mær saman við familjuni. Aftaná tað fara vit at pakka gávur út, og so fara vit at eta gás. Kanska onkur ferð í kirkju, og um tað ikki var tí eg var so dovin, so fór eg kanska við. Hugnaligt at hoyra smábørnini syngja jólasangir í kirkjuni. Hinvegin er tað jú onkur sum skal leggja gávurnar undir træðið, hava eyguni við sósini og annars gera klárt til alt jólahalløjið. Tað kann eg so passaligt gera, tá eg nú ikki fari oman at sova til jólaprædikuna í kirkjuni meðan eg bíði eftir at børnini fara at syngja.

Gleðilig jól!

1 comment:

  1. Deiligur bloggupostur! John livir ikki í heilt somu verð sum vit onnur.

    ReplyDelete