1.12.08

Farvæl til grindina?

Fyri stuttum fingu vit frárátt at eta grind, tí hon er so dálka. Fyri meg ger tað ikki tann stóra munin, tí mær dámar ikki serliga væl grind ella spik, men eg veit at fyri fleiri er tað sera syrgiligt.

Í útlondunum, har nógvir felagsskapir so sum Sea Shepherd húsast, gleðast tey í hesum døgum, tí nú fara vit nokk at gevast at drepa grind. Eg haldi tað er syrgiligt at hesi fólkini frøðast um at høvini eru so dálkað, at vit ikki kunnu eta tað, sum býr í teimum. Vildi ynskt at tey heldur enn at hugsa um neyðars 1000 hval um árið (og ongin í ár), fóru at hugsa eitt sindur meira um hvussu vit menniskju fara við umhvørvinum. Ikki tí, eg haldi føroyingar hava sín part av skyldini, men handan skaðafrøðin býur mær veruliga ímóti.

So er spurningurin. Fara vit at gevast at drepa grind? Og um so, hví? Hvalofilarnir vilja nokk taka æruna av tí, og siga at vit endiliga geva eftir fyri pressinum. Antin tað, ella frøðast tey um dálkingina. Í Føroyum man støðan vera eitt sindur annarleiðis. Eg fái ta fatan, at fólk flest hugsa mest um syrgiligu dálkingina og at tað er skaðiligt at eta hval í stórum nøgdum, enn tey hugsa um Sea Shepherd og kompaní. Veit ikki hvussu nógvur hvalur verður dripin framyvir, men onkur grindin man fara at leggja beinini, um tað ikki verður beinleiðis bannað. Kanska áhugin fer at minka so hvørt, so vit eru givin um nøkur ár uttan mun til trýst utannífrá.

So hoyrdi eg eina fyri meg enn verri ræðusøgu. Havhesturin verður næst! Um har er ein føroyskur biti eg helst ikki vil vera fyri uttan, og sum eg gleði meg til at sleppa at eta hvørja ferð eg komi heim at ferðast, so er tað havhestur. Tað er ein tragedia, um vit eisini fáa frárátt at eta hesar. Eg skal ikki siga at eg fari at gevast at eta havhest, bara tí tað verður frárátt, men tað tekur altso nakað av gleðini burtur at vita, at hann er so illa dálkaður. Vónandi sleppa vit at eta ungarnar í frið. (Eg baseri hetta á eina vón um at tað eru teir gomlu, sum eru mest dálkaðir av tí at teir hava havt longri tíð til at samla uppá tey skaðiligu evnini).

Við sorg,

Ása

2 comments:

  1. Ja, gamal havhestur skal helst í sama pott sum grindin, veit ikki hvussu tað er við nátunum, men markvirðið uppá null av PCB og líknandi halda teir so ikki!
    Vit kunnu so ugga okkum við, at flestu okkara eta henda forkunnuga mat sera sjáldan (vit sum ikki hava bát) - og at fabriksgjørt svínakjøt kann innihalda dioxin.
    Væl gagnist okkum!

    ReplyDelete