25.1.09

Feminisma?

Tað er øgiligt sum fólk ofta duga at skjóta seg sjálvi í fótin, og tað er tað er haldi feministarnir hava gjørt í seinastuni.

Onkur gjørdi meg sum ikki einaferð varuga við hvussu feministar uppføra seg sum um tær hata mannfólk. Hetta haldi eg er púra absurd tí hvussu kanst tú hata helvtina av øllum fólkunum í heiminum? Eg kann ikki fyristilla mær annað enn at tað er eitt fátal av feministum, sum veruliga hata menn, og at nógvar av teimum sum uppføra seg sum tær gera tað, í veruleikanum hava ein hund grivnan onkra heilt aðra staðni.

So hesin posturin er til tykkum mannfólk har úti, sum halda at allir feministar per definitión hata mannfólk.

Fyri meg byrjaði feminisman sum ein alneyðug rørsla sum samlaði kvinnur um sakina at fáa somu lógarfestu rættindi sum menn. Tað hava vit nú, og summi vilja kanska vera við at vit eru við at detta í hina grøvina. Tað kann so diskuterast, og er ikki nakað eg tími at brúka hendan postin til at tosa um. Eg vil heldur tosa um hvat feminisma er blivin til síðan vit fingu hesi ymisku rættindi, sum vit ikki høvdu fyrr. Tær flestu av okkum feministum hava nú nóg mikið við at rópa upp og skelda, um vit fáa eygað á órættvísi, sum enn gongur fyri seg (ólíka løn fyri líka arbeiði, til dømis) og annars uppføra okkum sum vit eru líkar hjá monnum (hvat vit jú eru). So er tann søgan eisini liðug. Eg gangi virkuliga ikki runt og skeldi mannfólk út í tí dagliga ella gremji meg um at eg veri niðurtraðkað ella hvat tað er. Tað behøvist eg jú ikki, tí tann tíðin er av.

MEN, so er tað summar, sum opinbart ikki hava uppdagað at vit ikki longur noyðast at ganga runt og berjast fyri okkara rættindum og síggja menn sum tann stóra fíggindan. Eg veit ikki um tær hava okkurt kompleks ella hvat, men tær hava eftir øllum at døma ikki uppdagað, at stríðið er av. Ongir menn ganga og nokta okkum at gera tað vit hava hug til. Vit kunnu rotta okkum saman og bara velja kvinnur á ting, og soleiðis nærmast taka valdið í einum landi. Har er veruliga onki at fara eftir, uttan eitt. Men tað er eitt stórt ting:

Konufólk eru so forbannað raskar at rakka niður uppá hvørja aðra. Vit unna ikki hvørjum øðrum karrierur, góða løn osfr, so vit blíva súrar og bitrar yvir at aðrar klára seg væl. So byrja vit at beskylda tær fyri at vera vánaligar mammur, ella kaldir fiskar um tær ikki vilja hava børn, og karrierukvinnan blívir ímyndin av tað ringasta ein kvinna kann vera. Hvussu í h*lviti skulu vit so vænta at samfelagið sum heild (tvs menn íroknað) tímir at respektera karrierukvinnuna? Eg haldi tað er uppá tíðina at feministar alla staðni taka seg saman og ásanna at teirra størsta forðing er tær sjálvar. Vit hava vald, vit hava útbúgving, vit kunnu alt. So hví f*nin ganga vit so runt og gremja okkum um hvussu vemmiligir menn eru? Og hví í allari víðastu verð ganga vit og rakka niður uppá hvørja aðra og harvið gera tað legitimt at hugsa so um konufólk hvørt tú ert maður ella kvinna?

Sorry menn. Tit hava ikki fortjent at konufólk ganga runt og uppføra seg sum offur av tykkara maktsjúku. Tað er eitt fátal av monnum (men ikki so øgiliga fáir innan ávís trúðarsamfeløg í FO), sum reint faktiskt royna at standa í vegin fyri kvinnum. Vit duga bara so ekstremt væl at standa í vegin fyri okkum sjálvum (kanska eisini serliga tær sum liva innan ávís trúðarsamfeløg í FO).

Vil fegin enda við at siga at eg haldi onki ringt um tykkum menn, men feministur eri eg. Har er bara munur á at vera ein feministur, sum roynir at halda fast við hesa relativt nýggju janvstøðu vit hava fingið og einum feministi sum, óvist hví, hatar menn.

So kvinnur: Takið tykkum saman! Eg tími ikki at hoyra menn spilla feministar út, tí summar av tykkum uppføra tykkum sum neyt.

24.1.09

New Scientist heldur at Darwin fór skeivur - opinbart

Mangt skal mann hoyra áðrenn av dettur oyrað. Tað má eg siga. Eg haldi tað er heilt ekstremt ansvarsleyst av einum blað sum New Scientist at plástra "Darwin was wrong" út um alla forsíðuna. Vilja tey hava kreationistarnar at klappa í sínar smáu hendur? Virkuliga idiotiskt av hasum blaðnum, og tey kalla seg “New Scientist”, so mann skuldi trúð at tey vóru áhugað í at skriva um hvussu vísindi virka. Men opinbart ikki, tí greinin sum forsíðan sipar til, er sensasjonelt fjas úr enda í annan.

Her er hvat greinin sigur:

  • Darwin segði at alt lív á jørðini passaði í eitt træð við einum felags forfedra. Hendan myndin av einum træði er tað sum taksonomar hava brúkt í langa tíð til at finna útav hvussu ymisk djór og ymiskar plantur eru í familju. Tað er eitt familjutræð.
  • Darwin fór skeivur, tí træðið er meira eitt net enn eitt træð.
Tað passar at Darwin segði alt lív á jørðini passaði í eitt familjutræð, men hann visti ikki nakað sum helst um DNA, og hevði ikki nakran sum helst kjans at finna útav hvussu bakteriur og aðrar einkyknaðar verður vóru í familju. Hansara familjutræð var baserað á djóralív, sum er lætt at síggja og kenna mun á. Í so máta hevði hann rætt við nøkrum undantøkum, har tvær artir eru farnar saman í hybrid artir (tvs, tvær greinar á træðnum vuksu saman). Har ber tó til at argumentera at einasta orsøk til at tað bar til at faa eina hybrid art, var tí at artinar enn ikki ordiliga vóru blivnar til tvær. Har eru tó tvey heilt serligt undantøk, sum veruliga eru verd at kanna nærri, sum eru summir krossfiskar (og møguliga onnur djór, sum nørðast við at gýta út í opið hav) sum hava tvær púra serskildar fasur (larva og vaksi dýr – there is your croco-duck, creotards), sum møguliga er tí at har eru tvey djór í einum (tvs tvey sett av DNA) og tunikatar sum genetiskt virka at hava tvær serskildar bakgrundir. Sera áhugavert, men tað tekur onki burtur frá generella tankanum um at vit passa á eitt familjutræð, tað ger tað bara eitt sindur meira avanserað enn sum so.

Av tí at har eru undantøk, og at smáðu einkyknaðu verðurnar duga so væl at spjaða og stjala sítt DNA uppá aðrar mátar enn ígjøgnum arv (sum er ein neyðug fyritreyt fyri familjutræðnum, um DNA kann flyta seg uppá tvørs og ikki bara niðureftir ella uppeftir – tað kemur eitt sindur ann uppá hvussu træðið vendir- so smelta greinar saman og gera eitt netverk), so heldur New Scientist at tey kunnu siga at Darwin fór skeivur. Ja, Darwin fór skeivur á mongum økjum, ikki so løgið tá mann hugsar um at hann onki visti um DNA, men at fara har frá til at siga við stórari yvirskrift "Darwin was wrong" er altso bara for idiotiskt. Hann fór ikki skeivur vv náttúrligari úrveljing. Hann fór ikki skeivur, tá hann segði vit øll eru í familju. Tað eru detaljur hann ikki hevði heilt rætt í, og har er ongin sensasjón í tí. Eg helt krossfiskarnar í greinini vera áhugaverdar, men her í verðini um eg dugi at síggja nakað í hasari greinini, sum er ein stór sensasjón. Ikki petti.

Dumma New Scientist.

16.1.09

Hurrá fyri "The Kennel Club"!!

Eg helt aldrin at hasi orð fóru at koma um mínar varrar (og ikki minst niður í skrift). Men nú hevur The Kennel Club (bretska HUFF) gjørt av at reglugera ímóti hundum, sum hava ringa heilsu vegna sína útsjónd. Til dømis merkir tað at enski bulldoggurin ikki longur kemur at vera so avskeplaður, yay! Hetta eru sanniliga gleðilig tíðindi.
Hendan greinin lýsir nærri hvat og hvussu. Eg seti so stóran prís uppá at tað er júst The Kennel Club, sum til dømis stendur fyri stóra hundashowinum "Crufts", sum kemur við hesum útspælinum. Tað hevur harmað meg í langa tíð at síggja hundar, sum heilt opinlýst líða undir forfeingiligheitini hjá sinum eigarum, fáa fyrstu premiu í hundashowum, simpulthen tí onkur idiotur hevur avgjørt at hundurin "eigur" at síggja soleiðis út. Vónandi verður henda nýggja reglugerð at síggja aftur í Crufts í mars.

Nakrar broytingar eg havi longst leingi eftir:

  • Forbronglaðu høvdini á bulldoggum, fronskum bulldoggum, moppum við meira sleppa ikki longur at vera heilt líka ekstrem. 
  • Eyguni á nærum júst teimum somu sum í undanfarna punkti sleppa ikki at vera ekstremt stór og útstandandi.
  • Ullin á summum rasum við nógvari ull sleppur ikki longur at vera til hindurs fyri rørslu og heilsu á hundinum, og hon skal heldur ikki forða einum hundi í at síggja.
  • Chihuahua skal nú ikki longur vera so lítil sum gjørligt 1,8 til 2,7 kilo vera fyritrekt og minni hundurin skal ikki (neyðturviliga) vinna um tveir hundar annars er ógvuliga líkir í eini kapping.
  • Sjefarin, bulldoggurin, gravhundurin, basset hundurin og aðrir fáa nú meira spesifikkar reglur fyri beinlongdir og proportiónir fyri at syrgja fyri at teir fáa flutt seg ordiligt.
Har var ymiskt annað og hóast tað mesta er alla æru vert, so haldi eg tað omanfyri umfatar tey mest týdningarmiklu tingini. Nógvar av broytingunum eru tó nakað bleytar í tí. Tær loyva alarum og dómarum at tulka nakað eftir vild, men ikki heilt so nógv sum áðrenn. Í tí minsta so leggja broyttu rasustandardinir ikki upp til ein direkta ósunnan hund í heilt sama grad sum fyrr.

Nú verður spennandi at vita um BBC fer at vísa Crufts hóast alt, sum traditiónin hevur verið í nógv ár. Tey søgdu nemliga fyri stuttum at tey ikki vildu vísa Crufts, tí tey hildu tað promoveraði djórapínslu (Go BBC! Enn eru knotur í tykkum!).

Um eg ráddi vóru broytingarnar nógv meira umfatandi, men hatta er so ein byrjan. The Times siterar formannin í British Bulldog Breed Council, Robin Searle fyri at siga: 
"What you’ll get is a completely different dog, not a British bulldog"

Áh so? Ja lat okkum síggja tvær myndir av bulldoggum nú og fyrr meðni:
Soleiðis sær ein modernaður bulldog út:

Og soleiðis sóu upprunaligu bulldoggarnir út:

Eg síggi nokkso stóran mun...

Lív á Mars?

Yvirflatan á Mars. Myndin er frá NASA


Tey siga seg hava funnið ábendingar um lív á Mars - kanska.

Hendan greinin hjá New Scientist hevur ein góðan samandrátt av tí vit vita um tað í løtuni. Ábendingin til lív er metan gass, men hóast metan gass á jørðini næstan bara er lívrunnið, so kann tað eisini koma av jarðfrøðiligum ávum. Tí er hetta ikki nakað 100% prógv, men spennandi verður tað tó at vita hvar gassið kemur frá.

Kommentarir inni á Pharyngula innihalda gitingar um hvussu ID fólk og ungjørðskreationistar fara at takla støðuna, um lív veruliga er til á Mars. Hvat merkir tað fyri teirra útlegging av hvussu heimurin var til? Sera undirhaldandi.

Hetta eru nú ikki spildur nýgg tíðindi. Nature News skrivaðu um gassið í oktobur (men tá fekk eg tað ikki við, opinbart).

Her ber eisini til at lesa meira um Marsgassið. Væl gagnist :)

*bíðar spent*

10.1.09

Houbara bustard (Chlamydotis macqueenii)

So stórur sum mín áhugi fyri djóraatferð er, so er tað løgið at eg ikki havi skrivað nakað um djórið sum eg arbeiði við. Tað má eg heldur gera nakað við. Tí verður hesin postur um Houbara bustardar, fuglaslagið sum Sheik Muhammed av Dubai er villigur til at brúka eina formugu uppá.

Ongar góðar myndir finnast á internetinum av hesum fugli, so tað er gott eg havi tikið nakrar sjálv ;) Tíverri kann eg bara posta tær her í lítlari stødd, tí eg eigi ikki rættindini til myndirnar. Tey eigur sheikurin. Myndir finnast á internetinum av hinum slagnum av houbara, sum líkist nógv okkara:


Tvey sløg av Houbara
Tað finnast tvey sløg av houbarum, Macqueen's Bustard (okkara Houbara) og Houbara Bustard (Chlamydotis undulata). Okkara plagdi at vera ein undirart, men er nú góðtikin sum sín egna art. Fuglarnir hoyra til bustard (Otididae) familjuna og helst er hetta orsøkin til at okkara houbara enn eitur bustard men ikki longur houbara. Hetta er nokkso stuttligt, tí houbara er navnið arabarar brúka um bustardar og okkara houbara flýgur millum annað til Arabisku hálvoyggina um veturin. Hin houbara bustard býr í norður Afrika og ein undirart heldur til á Kanarisku oyggjunum. Líkamikið við nøvnum. Av tí at arabarar stýra showinum her, so kalla vit fuglin fyri houbara. Tað er eisini lættari at siga enn Macqueen's.

Intro og føði
Houbarar (okkara, ikki teir afrikansku) eru flytifuglar nakað minni enn kalkunir. Teimum dáma víðar fløtur við lítlum plantuvøkstri. Teir vilja sleppa at síggja langt, og eru so mikið væl kamufleraðir, at teimum nýtist ikki nakað serligt skjól at krógva seg í. Houbarar eru altetandi, men fyritrekkja insektir so sum meyrur og klukkur. Teir eta so at siga allan plantuvøkstur (bløð, fræð, urtir og gras), men av tí at teir búgva í oyðimerkrum er teirra plantuføði nakað avmarkað. Houbarar kunnu eisini finna uppá at eta smá fýrbein og slangur. Í fangaskapi dámar teimum væl at eta músaungar, men í náttúruni hevði hetta ikki verið vanligur kostur hjá teimum.

Flytifuglur
Teir flyta langt, heilt úr Miðeystri og upp í Mongoliið. Summir reiðrast her í Usbekistan, Summir í Kasakstan og aðrastaðni her um leiðir. Um veturin fara teir suðureftir, summir ikki longur enn til Afganistan og Turkmenistan meðan aðrir fara til Iran, Irak, Saudi Arabia og har um leiðir. Tó so, vit hava houbarar her um veturin. Ilt er at siga um hetta eru fuglar sum eru komnir úr Kasakstan ella onkra aðrastaðni norðanfyri, ella um hetta eru støðufastir fuglar. Vit ætla okkum at seta sendarar á okkara egnu fuglar og vónandi eisini onkran av teimum vit síggja her um veturin, so vit kunnu síggja meira neyvt hvussu teir flyta.

Nørðing
Houbarar fara ikki í fast parlag, men steggjarnir finnast ofta í "bólkum" av 3-5 har hvør steggi velur sær ein heygg ella okkurt og so standa teir og dansa fyri bøgunum um 200 metrar frá hvørjum øðrum. Hvussu hetta system fungerar, er ikki so væl kannað, men bøgurnar velja sær ein makað, óvist eftir hvørjari strategi og fara síðani avstað at reiðrast onkra aðrastaðni.

Houbarar verpa sum oftast 4 egg og 3 tá teir verpa uppaftur. Reiðri líkist einum tjaldursreiðri og tað gera eggini eisini hóast tey eru nakað størri og ofta meira brúnlig í forhold til tjaldursegg. Bøgan verpur eitt egg annan hvønn dag til reiðrið er fult og tað tekur 22 dagar at klekja eggini. Meðan bøgan bølir er hon ring at síggja, og liggur púra kvirr. Hon fer av reiðrinum um hon heldur at ein fíggindi fer at síggja hana og rennir avstað meðan hon roynir at halda seg so tætt niður at jørðini sum gjørligt. Hon fer bara á flog um vandin er ógvuliga stórur (til dømis um hon er við at vera yvirkoyrd).

Ungarnir koma vanliga úr egginum sama dag, møguliga við einum unga dagin eftir hinar 3. Teir eru kvikir úr reiðrinum og renna við fullari ferð hvør í sína ætt, tá vandi er á ferð og krógva seg undir ella við onkra plantu ella túgvu. Bøgan gevur ungunum at eta ta fyrstu tíðina, men teir byrja skjótt at pikka sjálvir eisini.



Fíggindar
Stórsti fíggindin hjá houbarum (burtursæð frá menniskjum) eru stórir rovfuglar, so teir halda seg mest gjørligt niðri á jørðini har tað er ringt hjá rovfuglum at síggja og fanga teir. Á flogi er houbarin klossutur og hevur ikki serliga høga ferð. Á jørðini rennur hann skjótt og er nærum ógjørligur at síggja.

(Myndin har líkist ógvuliga nógv okkara houbarum, men greinin um Macqueens er ikki verd at lesa. Má eg heldur fara at gera okkurt við, hehe)

Arkive um undulata (Har eru onkrir feilir, og ymiskt sum skal uppdaterast, men tað er ikki heilt av leið. Har eru eisini fleiri myndir av "hinum" slagnum av houbara. Ongin grein er til um Macqueens á Arkive)

Um undulata á heimasíðuni hjá størstu houbara alistøð í heiminum, sum liggur í Marokko. (Eisini her trongir til onkra uppdatering. Serliga at Macqueens altso ikki longur verður rokna sum ein undirart. Har er tó nógv áhugavert at lesa og síggja har inni).


EDIT: Eg havi tíverri slettað myndirnar, sum vóru í hesum posti, tí tær blivu ov populerar á google image search. So leingi tær lógu á síðu 30 í image search gjørdi tað ikki so nógv, men at onnur er fimta mynd á leitingini, er ikki so gott tí eg eigi ikki copyright til tær. Um tú vilt hava myndir at koyra í eina uppgávu ella whatever, so skriva bara til mín, ella googla "Chlamydotis macqueenii" á image search. Har eru nógvar myndir nú.