25.2.09

Missa trúnna?

Inni á heimasíðuni hjá Dialogos (sum eg havi ignorerað alt ov leingi) spyr Sjúrður Hammer hvussu tað ber til at fólk missa trúnna, og hansara niðurstøða er at hetta ofta kemur av skeivari upplæring í trúnni av fyrstan tíð. Út frá heimasíðuni hjá Richard Dawkins, har fólk kunnu skriva um hví tey mistu trúnna, sær tað út til at fólk mistu trúnna tí tey funnu útav, at søgur so sum skapanarsøgan ómøguliga kunnu vera vísindaliga sannar. Hetta botnar ivaleyst í einari ov bókstavatrúgvari tulking av bíbliuni, har veruleikin, sum vit kenna hann, verður avvístur.

Sæð frá sjónarhorninum hjá Sjúrði og ivaleyst Arna, er hetta rættiliga keðiligt. Teir vilja jú helst ikki at fólk missa trúnna. Tað kann eg sum so vera líkaglað við. Men har er ein orsøk til at eg fegin vil stuðla tí, sum Sjúrður og Arni gera. Vit skylda okkara børnum og ungu at fortelja teimum hvussu verðin veruliga hongur saman. Tað er skeivt at fortelja teimum ævintýr sum um tað var tann ediliga sannheit.

Um Dawkins fær fólk at missa trúnna við sínum bókum har hann vísir á hvussu djór eru ment uttan nakra uppíblanding frá einum gudi, so er tað tí at hesi fólk hildu at ein gudur mátti blanda seg uppí fyri at menning kundi hent, ella enntá at ongin menning er hend. Hesi fólk hava fingið skeivar upplýsingar, og onkur hevur antin tilvitað ella ótilvitað logið fyri teimum.

Eg skal ikki gera Dawkins til eina minni ávirkan fyri meg enn hann hevur verið. Hansara bøkur um menning vóru og eru ein stór inspiratión, og eg havi honum at takka fyri mín áhuga í atferð, sum hon er tengd at menning. Hansara øki innan lívfrøði er ivaleyst tað økið eg haldi vera allar mest spennandi. Harafturat kann eg næstan uppá klokkuslettið (men ikki heilt) fortelja nær eg gjørdi av at seta spjaldrið "gudloysingur" á meg sjálva. Hetta var eftir at hava sæð "Root of all evil?" hjá Dawkins. Skal tó líka viðmerkja at eg uppá ongan máta gekk runt og var trúgvandi áðrenn eg sá sendingina. Eg hevði bara ein tendens til at balla meg inn í orð sum ivandi, agnostikari og tílíkt áðrenn tað. So ja, Dawkins hevði stóra ávirkan á meg sum lívfrøðing og sum gudloysing.

Men, og hetta er eitt stórt men, sum eg haldi Dialogos burdi viðurkent, tí eg haldi tað er galdandi fyri nógvar gudloysingar. Eg misti ikki trúnna av at hoyra um hvussu menning hekk saman. Ella av at hoyra um Big Bang, ella av at lesa ella síggja nakað sum Dawkins skrivaði (ellla nakar annar av hansara líkum). Mín trúgv var ongantíð serliga sterk, eg kláraði akkurát at yvirbevísa meg sjálva um at eg vildi konfirmerast, tí eg trúði uppá Guð, men tað var líka við at eg mest vildi tað tí øll onnur blivu konfirmerað (um tey ikki hoyrdu til eina fríkirkju). Men hvat veit mann eisini um trúgv tá mann er 14? Eg haldi tað er tápuligt at krevja av 14 ára gomlum at tey skulu siga nakað sum helst um sína trúgv, fyri ikki at tosa um yngri børn. Tað, sum gjørdi at eg gavst at trúgva, var at eg simpulthen ikki fann nakra ábending um nakað yvirnáttúrligt nakrastaðni. Har var onki eg nakrantíð hevði sæð ella upplivað, sum ikki kundi forklárast vísindaligt. Eg dugdi simpulthen ikki at finna nakað, sum uppá nakran máta gav eina ábending um nakran gud. Og tá eg kom fram til hesa niðurstøðu, so dugdi eg ikki at síggja hví eg skuldi brúka orku uppá at dyrka henda gud, sum har ongin grund var til at halda, var til.

Eg havi ongan illvilja ímóti kristindómi vegna ringar upplivingar sum barn. Jona Hendriksen, hatta frálíka menniskja, hevði stórstu kristnu ávirkanina á meg, fyrst í Várgleði og síðan sum títtlingur (og í minni mun, skóti), og Bjarni Bech, sum doypti og konfirmeraði meg, er ein persónur eg havi stóra virðing fyri. Eg sigi hetta fyri at punktera eina aðra grund summi hava hug at festa á gudloysingar til at teir mistu trúnna. Hetta við at hata Guð ella sína samkomu ella okkurt, er IKKI ein høvuðsgrund til at fólk missa sína trúgv. Í hvussu so er ikki um eg spyrji gudloysingar sum eg kenni.

Tað er harmiligt at fólk eru illa upplýst um hvussu verðin hongur saman og finna sín materialistiska vísdóm í einari 2000 ára gamlari bók fullari í ævintýrum og líknilsum. Eg leggi onki í um teirra upplýsing fær tey at missa trúnna, men eg haldi tað er meira gjøgnumgangandi fyri gudloysingar, at tey simpulthen ikki finna nakra sum helst ábending um at gudar eru til, heldur enn at tey missa sína trúgv av onkrari traumatiskari uppliving. Veri seg hetta at tey finna útav at bíblian ikki kann fortelja teimum hvussu djórini blivu til, ella at Guð ikki var so góður við tey, sum tey hildu (væntandi bønarsvar, tronglig samkoma, ella whatever).

So ja, Sjúrður. Summi missa kanska trúnna av tí at teirra kristna uppaling er full í vísindaligum skeivleikum, men eg haldi tykkara trupulleiki er størri enn so ;)

2 comments:

  1. Hey Ása,

    takk fyri eitt vælskrivað og áhugavert innlegg. Eg eri eitt sindur yvirraskaður yvir, at eingin hevur kommenterað tað enn, serliga tá tú hevur lagt link inn á dialogos.fo - ein síða, sum øll heil- og hálvintellektuell í Føroyum sjálvandi vitja javnan? :-)

    Sjálvur haldi eg, at teir mest umráðandi spurningarnir ikki eru vísindaligir spurningar. Tað er sjálvandi óheppi, tí vísindalig svar uppá vísindaligar spurningar eru so deiliga konkret at fyrihalda seg til.

    Hví finnast til dømis náttúrulógir, sum stýra universinum? Hvussu uppstóðu hesar, um tær uppstóðu? Hví hava tær tann form, sum tær hava? Hví eru tær einfaldar og "vakrar" í okkara eygum, eisini tær lógirnar, sum einki hava við okkara "middle earth" at gera (fyri at nýta Dawkinsa heiti)? Hví ráða tær uniformt yvir alt universið? Ella enn meiri grundleggjandi: hví er nakað, heldur enn einki?

    Tað, at vit ikki megna at svara slíkum spurningum, ger teir tíverri ikki minni relevantar. Sjálvandi er tað heldur ikki eitt argument (í sær sjálvum) *fyri* teismu.

    Men ein grund til, at generel ateisma(*) ikki tiltalar meg er, at universið minnir so nógv um eina eldusimulatión; so tað liggur beint fyri at ímynda sær ein forritara, sum hevur skrivað hana. Hetta er sjálvandi rein intuitión (heldur enn spekulatión), men uttan data er intuitión tað einasta, vit hava...

    Fyri at venda aftur til evnið, haldi eg tað vera sera óheppi, at nógvar kristnar samkomur í Føroyum og globalt halda seg til kreationismu (í ymsum variantum), sum als ikki hoyrir heima sum integreraður partur av kristna boðskapinum. Man kann venda tí við og ímynda sær eina 'Darwinistiska samkomu', har undirvíst verður í menningarlæruni, samstundis sum lært verður, at Darwin var ein inkarneraður Gudur, sum fer at koma aftur at døma livandi og deyð. Um ein sjálvur vaks upp í eini slíkari samkomu, kundi tað gott verið, at ein hevði forkastað "darwinismu" tá gjørdist førur fyri at hugsa sjálvstøðugt. Í hesum døminum er lætt fyri okkum at síggja mun á eini ørari "teologi" og eini skilagóðari vísundi. Men fyri nógv ung kristin er tað torført at atskilja eina øra vísundi (kreationismu) frá eini - hvør veit, kanska skilagóðari - teologi. Tískil frávelja tey ofta bæði...

    (*) Sum Dawkins eisini sigur, so eru tey flestu ateistar í mun til flestu religiónir, við 0 ella 1 undantaki. Við 'generellari ateismu' meini eg við meiningina, at eingin guddómur av nøkrum slagi er til.

    Dánjal Jákup Jacobsen

    ReplyDelete
  2. Takk fyri kommentarin. Tað er altíð stuttligt at fáa feedback. Eg haldi tú hevur fatur á nógvum áhugaverdum har, men eg haldi ikki vit eru heilt samd í niðurstøðunum ;)

    Eg fari at skriva ein post um hetta at tað virkar sum har eigur at vera eitt skapandi sinni aftanfyri alheimin.

    ReplyDelete