24.12.08

Gudleys jól!

Nú siti eg her, jólaaftansdag sum øll hini keðiligu fólkini, sum ikki hava nakað lív og spilli mína tíð á netinum.

Eg havi í allan desembur mánað, novembur og eisini nakað av oktobur lisið um "kríggið um jólini" yviri í USA. Summir amerikanarar eru altso eitt sindur meira enn løgnir. Teir halda tað, at gudloysingar ikki kunnu halda jól, og teir fáa ilt í reyvina av, at ein gudloysingur sigur "happy holidays" í staðin fyri "Merry Christmas". Hjá teimum sipar jólaheilsanin jú beinleiðis til kristnu bakgrundina, og tey hava jú so nógv fólk har yviri, sum ikki eru kristin (muslimar, jødar, heidningar osfr). Tí eru handlar og nógv fólk soleiðis generelt farin at siga "happy holidays", og sipa tá til hesar ymisku hátíðirnar, sum tey ymisku fólkini hava um veturin. Nærum allir átrúnaðir hava eina hátíð á miðjum vetri, og hetta er sjálvasagt tí at tá tað er myrkast og kaldast, hjálpir tað so væl at minnast, at tað skjótt fer at blíva ljóst aftur. Sum onkur segði "Axial tilt, is the reason for the season".

Nå, men aftur til kríggið um jólini. Hetta eru serliga fanatisk kristin har yviri, sum hava avgjørt, at gudloysingar eru í ferð við at oyðileggja jólini við at skúgva kristna boðskapin til viks, og heldur fokusera uppá materiellu virðini. Nógvir gudloysingar hava tíbetur víst hesum fjasinum aftur við at vísa á hvussu teir halda jól, og hvussu hetta á ongan hátt oyðileggur jólini. Tað er faktiskt so, at gudloysingarnir uppá ongan hátt hava tikið lut í krígnum, og hava sum so bara gjørt tað teir altíð hava gjørt og lati hesi fanatisku kristnu um at rópa og geyla í frið og náðum. Sjálvt "militant atheist", PZ Myers heldur at kríggið um jólini er ein joke, og hevur onki ímóti at siga "Merry Christmas", men hann boðar eisini glaður og fróður frá at gudloysingarnir hava vunnið, hehe.

Til allar seinast, nú eg havi gjørt mær so stóran ómak at spilla amerikanararnar út, so vil eg líka vísa á eina keldu her úr Føroyum, sum eisini heldur seg skula kríggjast um jólini. Og enn einaferð er tað ein kristin trúgvandi, sum ikki vil hava gudloysingarnar uppí part:

Eg veit ikki um tit skilja hetta. men eg vildi hildið, at finnist ein sannur ateistur, so heldur hann avgjørt ikki jól, líka lítið sum eg kundi funnið uppá at farið pílagrímsferð til Mekka í hesum døgum.
-John

Eg havi onki at siga til hansara meining um hvat ateistar skulu og ikki á jólum, tí hann kann halda hvat hann vil. Nú fari eg at pynta jólatræð, so fari eg at drekka meira kaffi og hugna mær saman við familjuni. Aftaná tað fara vit at pakka gávur út, og so fara vit at eta gás. Kanska onkur ferð í kirkju, og um tað ikki var tí eg var so dovin, so fór eg kanska við. Hugnaligt at hoyra smábørnini syngja jólasangir í kirkjuni. Hinvegin er tað jú onkur sum skal leggja gávurnar undir træðið, hava eyguni við sósini og annars gera klárt til alt jólahalløjið. Tað kann eg so passaligt gera, tá eg nú ikki fari oman at sova til jólaprædikuna í kirkjuni meðan eg bíði eftir at børnini fara at syngja.

Gleðilig jól!

9.12.08

Jumping spiders (Salticidae)

Dámar tær mín eiturkopp? Hasin sat á buksunum tann eina morgunin, so eg skundaði mær at taka eina(r 40) mynd(ir). Hann er pikka evarska lítil, minni enn ein ertur. Hann situr á mínum fløyalsbuksum, við rættiliga smáðum "banum" á myndini í bannaranum, um tað hjálpir tær at ímynda tær hvussu lítil hann er. Sum enska navnið avslørar, so hoppar hesin eiturkoppur. Tað, sum fangaði mín áhuga, var at ikki bara hoppar hann, hann hoppar øgiliga langt. Í minsta lagið 20cm vildi eg mett hann hoppaði, og tað er bara tað eg havi sæð hann hoppað. Hvat hann kann, veit eg ikki, tí eg havi ikki peiling av hvat fyri art hann er. Um har er nakar araknofilur har úti, sum veit eitt sindur um "jumping spiders" (hava teir eitt føroyskt heiti?) so sig endiliga frá.

Her kemur ein mynd afturat av honum:





1.12.08

Farvæl til grindina?

Fyri stuttum fingu vit frárátt at eta grind, tí hon er so dálka. Fyri meg ger tað ikki tann stóra munin, tí mær dámar ikki serliga væl grind ella spik, men eg veit at fyri fleiri er tað sera syrgiligt.

Í útlondunum, har nógvir felagsskapir so sum Sea Shepherd húsast, gleðast tey í hesum døgum, tí nú fara vit nokk at gevast at drepa grind. Eg haldi tað er syrgiligt at hesi fólkini frøðast um at høvini eru so dálkað, at vit ikki kunnu eta tað, sum býr í teimum. Vildi ynskt at tey heldur enn at hugsa um neyðars 1000 hval um árið (og ongin í ár), fóru at hugsa eitt sindur meira um hvussu vit menniskju fara við umhvørvinum. Ikki tí, eg haldi føroyingar hava sín part av skyldini, men handan skaðafrøðin býur mær veruliga ímóti.

So er spurningurin. Fara vit at gevast at drepa grind? Og um so, hví? Hvalofilarnir vilja nokk taka æruna av tí, og siga at vit endiliga geva eftir fyri pressinum. Antin tað, ella frøðast tey um dálkingina. Í Føroyum man støðan vera eitt sindur annarleiðis. Eg fái ta fatan, at fólk flest hugsa mest um syrgiligu dálkingina og at tað er skaðiligt at eta hval í stórum nøgdum, enn tey hugsa um Sea Shepherd og kompaní. Veit ikki hvussu nógvur hvalur verður dripin framyvir, men onkur grindin man fara at leggja beinini, um tað ikki verður beinleiðis bannað. Kanska áhugin fer at minka so hvørt, so vit eru givin um nøkur ár uttan mun til trýst utannífrá.

So hoyrdi eg eina fyri meg enn verri ræðusøgu. Havhesturin verður næst! Um har er ein føroyskur biti eg helst ikki vil vera fyri uttan, og sum eg gleði meg til at sleppa at eta hvørja ferð eg komi heim at ferðast, so er tað havhestur. Tað er ein tragedia, um vit eisini fáa frárátt at eta hesar. Eg skal ikki siga at eg fari at gevast at eta havhest, bara tí tað verður frárátt, men tað tekur altso nakað av gleðini burtur at vita, at hann er so illa dálkaður. Vónandi sleppa vit at eta ungarnar í frið. (Eg baseri hetta á eina vón um at tað eru teir gomlu, sum eru mest dálkaðir av tí at teir hava havt longri tíð til at samla uppá tey skaðiligu evnini).

Við sorg,

Ása