25.2.09

Missa trúnna?

Inni á heimasíðuni hjá Dialogos (sum eg havi ignorerað alt ov leingi) spyr Sjúrður Hammer hvussu tað ber til at fólk missa trúnna, og hansara niðurstøða er at hetta ofta kemur av skeivari upplæring í trúnni av fyrstan tíð. Út frá heimasíðuni hjá Richard Dawkins, har fólk kunnu skriva um hví tey mistu trúnna, sær tað út til at fólk mistu trúnna tí tey funnu útav, at søgur so sum skapanarsøgan ómøguliga kunnu vera vísindaliga sannar. Hetta botnar ivaleyst í einari ov bókstavatrúgvari tulking av bíbliuni, har veruleikin, sum vit kenna hann, verður avvístur.

Sæð frá sjónarhorninum hjá Sjúrði og ivaleyst Arna, er hetta rættiliga keðiligt. Teir vilja jú helst ikki at fólk missa trúnna. Tað kann eg sum so vera líkaglað við. Men har er ein orsøk til at eg fegin vil stuðla tí, sum Sjúrður og Arni gera. Vit skylda okkara børnum og ungu at fortelja teimum hvussu verðin veruliga hongur saman. Tað er skeivt at fortelja teimum ævintýr sum um tað var tann ediliga sannheit.

Um Dawkins fær fólk at missa trúnna við sínum bókum har hann vísir á hvussu djór eru ment uttan nakra uppíblanding frá einum gudi, so er tað tí at hesi fólk hildu at ein gudur mátti blanda seg uppí fyri at menning kundi hent, ella enntá at ongin menning er hend. Hesi fólk hava fingið skeivar upplýsingar, og onkur hevur antin tilvitað ella ótilvitað logið fyri teimum.

Eg skal ikki gera Dawkins til eina minni ávirkan fyri meg enn hann hevur verið. Hansara bøkur um menning vóru og eru ein stór inspiratión, og eg havi honum at takka fyri mín áhuga í atferð, sum hon er tengd at menning. Hansara øki innan lívfrøði er ivaleyst tað økið eg haldi vera allar mest spennandi. Harafturat kann eg næstan uppá klokkuslettið (men ikki heilt) fortelja nær eg gjørdi av at seta spjaldrið "gudloysingur" á meg sjálva. Hetta var eftir at hava sæð "Root of all evil?" hjá Dawkins. Skal tó líka viðmerkja at eg uppá ongan máta gekk runt og var trúgvandi áðrenn eg sá sendingina. Eg hevði bara ein tendens til at balla meg inn í orð sum ivandi, agnostikari og tílíkt áðrenn tað. So ja, Dawkins hevði stóra ávirkan á meg sum lívfrøðing og sum gudloysing.

Men, og hetta er eitt stórt men, sum eg haldi Dialogos burdi viðurkent, tí eg haldi tað er galdandi fyri nógvar gudloysingar. Eg misti ikki trúnna av at hoyra um hvussu menning hekk saman. Ella av at hoyra um Big Bang, ella av at lesa ella síggja nakað sum Dawkins skrivaði (ellla nakar annar av hansara líkum). Mín trúgv var ongantíð serliga sterk, eg kláraði akkurát at yvirbevísa meg sjálva um at eg vildi konfirmerast, tí eg trúði uppá Guð, men tað var líka við at eg mest vildi tað tí øll onnur blivu konfirmerað (um tey ikki hoyrdu til eina fríkirkju). Men hvat veit mann eisini um trúgv tá mann er 14? Eg haldi tað er tápuligt at krevja av 14 ára gomlum at tey skulu siga nakað sum helst um sína trúgv, fyri ikki at tosa um yngri børn. Tað, sum gjørdi at eg gavst at trúgva, var at eg simpulthen ikki fann nakra ábending um nakað yvirnáttúrligt nakrastaðni. Har var onki eg nakrantíð hevði sæð ella upplivað, sum ikki kundi forklárast vísindaligt. Eg dugdi simpulthen ikki at finna nakað, sum uppá nakran máta gav eina ábending um nakran gud. Og tá eg kom fram til hesa niðurstøðu, so dugdi eg ikki at síggja hví eg skuldi brúka orku uppá at dyrka henda gud, sum har ongin grund var til at halda, var til.

Eg havi ongan illvilja ímóti kristindómi vegna ringar upplivingar sum barn. Jona Hendriksen, hatta frálíka menniskja, hevði stórstu kristnu ávirkanina á meg, fyrst í Várgleði og síðan sum títtlingur (og í minni mun, skóti), og Bjarni Bech, sum doypti og konfirmeraði meg, er ein persónur eg havi stóra virðing fyri. Eg sigi hetta fyri at punktera eina aðra grund summi hava hug at festa á gudloysingar til at teir mistu trúnna. Hetta við at hata Guð ella sína samkomu ella okkurt, er IKKI ein høvuðsgrund til at fólk missa sína trúgv. Í hvussu so er ikki um eg spyrji gudloysingar sum eg kenni.

Tað er harmiligt at fólk eru illa upplýst um hvussu verðin hongur saman og finna sín materialistiska vísdóm í einari 2000 ára gamlari bók fullari í ævintýrum og líknilsum. Eg leggi onki í um teirra upplýsing fær tey at missa trúnna, men eg haldi tað er meira gjøgnumgangandi fyri gudloysingar, at tey simpulthen ikki finna nakra sum helst ábending um at gudar eru til, heldur enn at tey missa sína trúgv av onkrari traumatiskari uppliving. Veri seg hetta at tey finna útav at bíblian ikki kann fortelja teimum hvussu djórini blivu til, ella at Guð ikki var so góður við tey, sum tey hildu (væntandi bønarsvar, tronglig samkoma, ella whatever).

So ja, Sjúrður. Summi missa kanska trúnna av tí at teirra kristna uppaling er full í vísindaligum skeivleikum, men eg haldi tykkara trupulleiki er størri enn so ;)

13.2.09

Tillukku Darwin!

Jaja. Eg veit. Tað var í gjár. Men eg havði alt ov nógv at gera við at feira Darwin til at skriva nakað í gjár. Sum lívfrøðingur (sort of) hevur menningarlæran ótrúliga nógv at siga fyri mítt arbeiði, so eg seti stóran prís uppá stóra arbeiði Darwin gjørdi fyri 150 árum síðani. Menningarlæran kollvelti lívfrøði sum fakøki og hevur latið ótrúliga nógvar hurðar upp til frágreiðingar fyri hvussu lív her á jørðini ber seg at og mennist.

Eg tími ikki at forklára hvussu menning fer fram, eg meini eg havi nevnt okkurt um tað í undanfarnum posti og harafturat finst so nógv tilfar á netinum, sum greiðir frá hesum nógv betri enn eg nakrantíð kann.

Eg má tó líka reypa eitt sindur. Eg var í gjár í einari útvarpssending, sum kallast The World og er gjørd í samráð millum BBC og PRI. Tað var bara eitt heilt stutt klipp har eg segði hvør eg var og ynskti Darwin tillukku við degnum. Millum hini fólkini í sendingini (sum sjálvandi ikki vóru líka kend sum eg) var Richard Dawkins :)

Anyways. Tillukku Charles Darwin, og takk fyri tað tú gjørdi fyri lívfrøði. Her koma nøkur leinki til upplýsing um menningarlæruna.






Ger so væl :)

7.2.09

Sjókiskur?

PETA man vera dummasti djóraverndarfelagsskapur, sum til er í hesi verð. Tey eru ekstrem í allar endar og kantar. Heimasíðan er ein stór propagandamaskina, og um mann trýr tí tey siga, so er mann í stórum vanda fyri at blíva totalt vrak við tankan um øll djórini sum líða neyð allastaðni. Sakin er bara tann, at tey yvirdríva í so stóran mun, at tað ber als ikki til at taka tey seriøst. Tað harmar meg, tí djóravælferð er nakað eg gangi høgt uppí og PETA oyðileggur nógv av tí arbeiðinum, sum reiðiligir djóravælferðarfelagsskapir so sum RSPCA og ASPCA í ávikavíst UK og USA gera (fyri ikki at gloyma okkara egna djóraverndarfelag).

Tá hetta er sagt, mátti eg tó flenna at hesari kampanjuni hjá teimum. Tey hava opinbart fingið eyguni upp fyri at fiskar eisini kunnu líða, og hava tí gjørt av at geva fiskum nýtt navn. Nýggja navnið fyri fiskur? Jú tað er "Sjókiska" (leysliga føroyska). Sloganið hjá teimum er "Bjargið sjókiskunum!" Tey halda hetta er eitt gott hugskot, tí hvør hevði nakrantíð viljað fiskað sjókiskur? Ella biðið um sjókisku á einari matstovu? Eg kann fortelja teimum hvør: Eg, og øll onnur eg havi prátað við um hesa kampanjuna. Hatta er so dumt, at eg ikki ivaðist í at hatta var ein joke í fyrstuni. Men hatta sær totalt legit út, so eg má bara góðtaka at PETA er sokkið longur niður enn eg helt var gjørligt.

Enn einaferð er hetta nakað eg harmist um, tí eg haldi faktiskt at fiskavælferð skal takast seriøst. Fiskihættir nú á døgum, og aling eisini, eru als ikki egnaðir til at tryggja vælferð á fiskum. Hetta hóast vísindaligar kanningar hava víst, at fiskar fáa ilt, sum vit onnur og líða av ræðslu sum flest onnur "hægri" djór. Sera harmiligt at PETA ger djóravælferð til eina joke.

5.2.09

Keeeeeeeert!

Nú skal eg geva tær djóraatferð so tað baskar!

Inni á Tetrapod Zoology er ein grein um ein papageyk, sum eg ongantíð hevði hoyrt um fyrr. Hann er gott nokk eitt vidundur av einum djóri:


Hann angar av blómum, gongur á jørðini og klatrar tí hann flýgur ikki, hann spinnur sum ein ketta tá tú lyftir hann upp og er øgiliga spakur av einum villum fugli at vera. Hann er eisini eitt gott kelidjór.

Hesin grøni landpapageykur eitur kakapo (Strigops habroptilis) og býr í Nýsælandi á smáum oyggjum, har rottur og onnur fremmand rovdjór ikki búgva. Fyrr var hann vanligur um alt Nýsæland, men sum ikki einaferð er við tílíkum spøkum dýrum, sum ikki eru von við at verja seg ímóti rovdjórum, er hann nú ógvuliga hóttur mest vegna ovurveiðu og fremmand rovdjór, sum fólk hava tikið við til oyggjarnar.

Hann er eisini nakað sum stóra pandabjørnin, tí hann er ringur at fáa at nørast væl. Antin verpur bøgan als ikki, tí har er ov lítil matur, ella kann hon finna uppá at (ikki við vilja) at verpa egg við nógv fleiri hannum enn honum alt eftir hvussu væl hon er fyri.

Kakapo eru einastu papageykar sum ikki flúgva, einasti fuglur í Nýsælandi sum hevur "lek" og einasti fuglur nakrastaðni, sum ikki flýgur og hevur "lek".

"Lekking" er áhugaverd atferð. Hetta sæðst í fuglum (sum kakapo), súgdjórum (sum "topi"), fiskum og skordýrum. Tó er vanligast at tosa um lekking tá tað kemur til fuglar. Tá tíðin kemur til at nørðast samlast hannarnir á einum ávísum stað og gera seg upp fyri honunum. Ofta berjast teir um besta plássið í fyrstuni men tá tað kemur til at tiltrekkja honirnar handlar tað um at vísa hvussu raskir teir eru uppá ymsar mátar. Kakapo fuglurin rópar niður í eina (heimagjørda) kullu, sum virkar sum ein ljóðforsterkjari og rópið kann hoyrast upp til ein kilometur í stilli og upp til 5 kilometrar í undanvindi. Har eru fleiri ymisk ljóð, sum fuglurin kann gera, og tað ber til at hoyra tey inni á wikipedia. Tá ein bøga so kemur nær byrjar steggin sín paringsdans og um alt gongur eftir ætlan parast tey, fyri so at fara hvær til sítt. Bøgan tekur sær av eggum og ungum sjálv og steggin fer aftur at royna at tiltrekkja fleiri bøgur við sínum lek rópum.

Hvussu er og ikki, so eru so vítt eg veit í skrivandi stund 90 kakapo til í Nýsælandi (og í verðini) og allir hava fingið navn. Møguliga eru fleiri beint nú, tí bøgurnar hava reiðrast í novembur-januar, so kanska spurdist onkur ungi burturúr.

Har er so nógv annað, sum eg kundi skrivað um henda fugl, men eg haldi eg fari at enda við nøkrum leinkjum til síður við upplýsing um kakapo.

Wikipedia

Kakapo Recovery


New Zealand Birds


The Fabulous Kakapo