Showing posts with label Fólkaskúlin. Show all posts
Showing posts with label Fólkaskúlin. Show all posts

20.11.09

Kristni í fólkaskúlanum

Hetta er endurgivið frá heimasíðuni hjá Gudloysi: (Skrivað av mær)

Eg datt um fólkaskúlalógina inni á logir.fo eftir at hava hoyrt enn einaferð um støðuna við kristni í fólkaskúlanum og eisini prát um privatan kristnan fólkaskúla í Kelduni í Skálabotni. Eg havi lisið hesa lóg fyrr, men eg hevði gloymt hvussu heilt langt úti hon er. Eg fari at taka paragraff 6, sum handlar um kristniundirvísing eitt sindur sundur, og skriva nakrar viðmerkingar eg havi til hana. Boldingarnar eru mínar:

  1. § 6. Undirvísingin í kristnikunnleika í fólkaskúlanum skal samsvara við fólka-kirkjunnar evangelisk-luthersku læru.

Ok, so um títt barn gongur í fólkaskúlanum, og skal hava nakra sum helst undirvísing í átrúnaði/religión, so noyðist tað at vera akkurát tað slagið av kristindómi, sum fólkakirkjan tekur undir við. Trúarfrælsi?

  1. Stk. 2. Er barnið í fólkakirkjuni, kunnu foreldrini fyrst í einum skúlaári skrivliga til skúlastýrið vátta, at tey sjálv ynskja at hava barnsins undirvísing í kristnikunnleika í hondum. Barnið sleppur tá undan at verða undirvíst í kristnikunnleika í skúlanum, um ein prestur í fólkakirkjuni váttar, at hann hevur umsjónina við undirvísing barnsins í kristnikunnleika. Liva foreldrini saman í hjúnalagi, skal váttanin um, at barnið sleppur undan at verða undirvíst í kristnikunnleika í skúlanum, verða undirritað av báðum í felag. Er barnið 15 ár, kann frítøka tó bert verða framd við samtykki barnsins.

Hetta sigur beinleiðis, at um tú vágar tær at doypa títt barn í fólkakirkjuni, so hevur tú dømt tað til 9 ár (stendur aðrastaðni í lógini at kristniundirvísing skal vera 9 ár í fólkaskúlanum) av kristniundirvísing í skúlanum uttan so at tú kanst yvirbevísa ein prest um at lova at geva barninum undirvísing í kristni. Við øðrum orðum loyvir tú fólkakirkjuni at noyða títt barn at vera undirvíst í kristni í 9 ár, um tú doypir tað. Tú kanst tó melda títt barn úraftur fólkakirkjuni, og síðani taka avleiðingarnar av tí avgerð. (Keðiligt og besverligt um barnið seinni vil konfirmerast, vera faddur og so framvegis)

  1. Stk. 3. Børn, sum ikki eru í fólkakirkjuni, skulu, tá ið foreldrini krevja tað, sleppa undan at verða undirvíst í kristnikunnleika í skúlanum. Er barnið í øðrum trúarsamfelag uttan fyri fólkakirkjuna, so hevur hetta trúarsamfelag umsjónina við átrúnarligu uppaling barnsins. Foreldur ella verji hava kortini skyldu til at ansa eftir, at barninum ikki vantar upplýsing um vanligu reglurnar fyri lívinum í skipaðum samfelag, antin tað so er í einum trúarsamfelag ella ikki. Verður barnið vanskettað í so máta, skal skúlin geva tí neyðugu undirvísingina. Er barnið 15 ár, kann frítøka tó bert verða framd við samtykki barnsins.

Her stendur at børn í øðrum trúarsamfeløgum skulu sleppa undan kristniundirvísing, og at so hevur viðkomandi trúarsamfelag ábyrgdina av átrúnaðarligu upplæringini (hetta umfatar eisini gudloysingar, ið um teir ikki hava doypt sítt barn, kunnu taka tað úr kristniundirvísingini). Fair nokk, men so kemur ein undarligur setningur, sum virkar at seta samband millum undirvísing í einum ávísum átrúnaði og undirvísing um vanligu reglurnar fyri lívinum í skipaðum samfelag. Hvat?! Síðan nær hava átrúnaður og skipað samfelag verið synonymir? Hví hava foreldur, sum taka sítt barn úr kristniundirvísing skyldu til at upplæra sítt barn í tí, at liva í einum samfelag? Hví hava foreldur, sum lata sítt barn fáa kristniundirvísing, ikki skyldu til at syrgja fyri at barnið dugur at liva í einum samfelag? Blandar hendan lóg ikki fakið “samfelagslæra”við “kristni”?

Eg mundi dotti uppeftir, tá eg læs hatta brotið. Ótrúliga diskriminerandi og fordómsfult at ganga út frá at børn uttan kristindóm hava fyri neyðini at uppá aðrar mátar at læra um at liva í einum samfelag. Eg kann fortelja okkara lóggevandi valdi, at kristindómur uppá ongan máta tryggjar at eitt barn lærir at virka í einum samfelag. Okkara samfelag er sum heild sekulert (tó at lógarverkið tíverri ikki er tað), og tað er ógvuliga syndarligt at ein lóg, sum avgerð hvat okkara børn skulu læra, ikki viðurkennir hetta, men setur ligvið millum átrúnað og samfelag.

Havi eg misskilt hesa lóg? Ber tað veruliga til, at lógin heldur, at undirvísing í átrúnaði lærir barnið at liva í einum samfelag? Ella sipar hatta brotið bara beinleiðis til trúarsamfeløg ella ikki-átrúnaðarsamfeløg, og ikki til okkara samfelag sum heild? Um so er, so skilji eg enn ikki hvat tey vilja við hesum. Hví hevur lívið í einum trúarsamfelag ella ditto fyri ikki-trúgvandi nakað at gera við fólkaskúlan? Eg skilji, at tað burdi verið ein partur av fólkaksúlanum, at læra at liva í einum siviliseraðum samfelag, men fyri alt í verðini dugi eg ikki at síggja hvat hetta hevur við kristni at gera.