Har eru nógv, kanska serliga trúgvandi, men ikki bara, sum halda at heimurin er so "perfektur" og elegant samansettur, at tað virkar sum har er eitt skapandi sinni aftanfyri. Sum um at onkur ella okkurt hevur avgjørt nakrar grundreglur, sum heimurin skal fylgja.
Eg skilji væl hesa tankagongd, men eg eri ikki samd. Eg veit ikki hvussu heimurin bleiv til, og eg skilji ikki kvantemekanikk, men tey klóku fortelja mær at har eru nakrar grundreglur sum avgera til dømis hvussu sterk atdráttarmegin er, hvussu skjótt ljós kann ferðast osfr. Hetta er tann mátin okkara heimur er samansettur uppá og hvussu hetta hendi veit eg ikki. Kanska astrofysikarar vita tað...
Av tí at hesar grundreglur gera tað møguligt fyri stjørnur og planetir at blíva til, virkar tað sum at onkur avgjørdi at hetta vóru tær røttu grundreglurnar fyri at lív kundi blíva til her. Eg haldi tað er eitt lítið sindur fantasileyst at hugsa so. Eg haldi, at um grundreglurnar vóru annarleiðis, so vóru menniskju ivaleyst ikki her, men tað kann saktans vera at okkurt annað lív var. Okkurt annað intelligent lív, sum eisini sat og undraðist á hvussu tað bar til at grundreglurnar vóru so elegant lagdar til at heimurin kundi innihalda lív. Skilir tú hvat eg meini?
Eg haldi tað er mikið møguligt at hesar grundreglur eru komnar í av óvart, og at vit eru eitt úrslit av hesum reglum, og tað er tí tær passa so væl til okkum. Eitt sindur sum at ein kulla í jørðini kann koma til av óvart, men at vatnið sum dettur í hana til at gera ein hyl passar perfekt til hana. Um vatnið dugdi at hugsa, so kanska tað hevði hugsað at onkur mátti hava skapað hasa kulluna so at vatnið passaði so væl í hana. Vatnið mintist ikki at hava nakað annað skap, og kundi tí ikki fyristilla sær at tað bara var soleiðis skapað tí tað lá í akkurát tí kulluni.
Tað er faktiskt líkamikið um grundreglurnar eru sum tær eru av óvart. Tað sum vit ikki kunnu siga, er at "av tí at vit passa so væl til tær, so mugu tær hava verið skaptar til okkum". Nei vit eru sum vit eru orsaka av reglunum. Ikki umvent.
Hetta er eitt svar til eitt tílíkt argument á hægsta støði eg havi hoyrt um. Onnur hava hug at tosa um jørðina, og hvussu perfekt hon er til okkum, men hetta er júst tað sama argumentið sum við grundreglunum, bara minni áhugavert, tí vit vita hvussu tað ber til at jørðin er sum hon er og hví vit passa so væl til hana. Eg veit ikki enn hvussu grundreglurnar blivu sum tær blivu, men tað fari eg kanska at finna útav einaferð.
3 months ago
Ein onnur loysn upp á sterka antropiska prinsippið er, at møguliga eru óendaligt av alheimun til við ymiskum grundreglum. So sjálvt hvis tað ikki ber til fyri hyljar at uppstanda í teimum øllum, so mátti tað henda onkrastaðni per appel til lógina av stórum tølum.
ReplyDeletehttp://en.wikipedia.org/wiki/Law_of_large_numbers
Hmm, ja. Tað gevur eisini meining. Hyggasíggj! Tað hevði eitt navn. Antropiska prinsippið. Heilt sikkurt gloymt tað aftur í morgin :P
ReplyDeleteWell, lítil orðalisti til tín:
ReplyDeleteTeleologi - Endamálsspeki
Ein teleologisk próvførsla fyri Guðs tilveru er ein, ið ákallar alheiminum (ella okkurt í honum) eitt ávíst endamál og tilskrivar hetta endamálið sum íspunnið av Guðs intentiónum.
Sterka antropiska prinsippið - Alheimurin MÁTTI neyðturviliga vera so at hann loyvdi intelligentum lívi at uppstanda.
Veika antropiska prinsippið - At alheimurin vit liva í loyvir fyri intelligentum lívi er ikki løgið, tí vit høvdu ikki kunna undrast yvir tað í einum alheimi, ið ikki loyvdi tí.
Ofta í slíkum kjakum sum hesum verður tað mesta av tíðini brúkt upp á at gera tað sterka antropiska prinsippið veikt og tað veika sterkt.
Apropos eitt eitt slíkt "puddle defence," so er her linkið til Biota-røðuna hjá Douglas Adams har hasin tankin um hylin upprunaliga stavar frá: http://www.biota.org/people/douglasadams/
Aha. Huff. Eitt veikt og eitt sterkt, ha? Ah ja. Kanska eg fái tað við einaferð ;)
ReplyDeleteTakk fyri kelduna til røðuna hjá Douglas Adams. Eg helt tað var hann sum kom við hasum hylinum, men eg var ov dovin at googla tað tá eg skrivaði hatta :P