15.8.09

Grashoppur

Setur tú teg ímóti at lata fólk Mítt fara, so skal Eg í morgin lata grashoppur koma yvir land títt;

Grashoppur. Ein plága, ein pest og eitt áhugavert dýr.

Eg ætlaði at vita hvat bíbilska navnið fyri enska orðið "locust" var, men eg síggi bara "grashoppur" í týðingini hjá Victor Danielsen, sum er at finna á biblian.fo. Men nú eri eg heldur ikki so bíbliukøn. Hinvegin eri eg eitt sindur meira djórakøn. Mær dámar nokkso væl at vita nakað um tað, sum hendir her í veruleikanum ;)

Tað, sum er áhugavert við grashoppum, er at tær hava fortjent tvey nøvn, sum tær jú eisini hava á enskum. Har eita tær "Grasshopper" og "Locust" (og ivaleyst alt møguligt annað eisini, men lat okkum halda okkum til hasi bæði nøvnini).

Ein grashoppa er plantuátari og sæðst ofta hoppandi runt í grasi og ørðum plantum. Tí er navnið sera passandi. Hesar eru sum so ongin plága, og eru at finna nógva staðni runt um í heiminum. Har er tó nakað eitt sindur óhugnaligt við grashoppum (annað enn at tær líkjast aliens um eyguni). Tær kunnu, undir røttum umstøðum, broyta sína fysiologi og blíva til nærum eitt annað djór. Tá hetta hendir flokkast grashoppur saman og flúgva í stórum skýggjum langa leið og eta alt sum fyri kemur. Hetta er orsøkin til at summi síggja grashoppur sum plágur. Tær kunnu elva til hungursneyð, lond kunnu fara á heysin vegna mista inntøku og fólk fáa løgnar idéir um gudar og aðra yvirtrúgv av teimum. Tær broyta veruliga lív og tankar allastaðni.

Tá grashoppur fara á flog í stórum flokkum saman, kalla onglendingar tær fyri "locusts", og hetta er tað sum hendir:

Góð ár, tá nógvur vøkstur er, liva smáar grashoppur væl og nørast skjótt. Um tættleikin blívur nóg høgur soleiðis, at tær nerta nógv við hvørja aðra við bakbeinunum, útloysist serotonin í teimum einstøku grashoppunum, sum ger at tær blíva sosialar. Harafturat útloysa tær feromonir og alt møguligt annað gott. Hetta ger at tær broyta atferð til at vilja vera saman við øðrum grashoppum og tær skifta eisini lit. Harafturat broytast tær soleiðis, at tær nørast skjótari enn áður, so høgi tættleikin blívur til ein "óndan" spiral har fleiri grashoppur føra til uppaftur fleiri grashoppur osfr. Tá hetta hendir koma fleiri og fleiri grashoppur saman og til endans, tá ongin matur er eftir, fara tær á flog og leggjast á alt etandi, sum tær koma fram á.

Tá vera tær til eina veruliga plágu, sum oyðir alt grønt í fleiri kilometrar og ger stóran skaða allastaðni har tær fara.

Tíbetur eru ikki allar grashoppur so. Tað eru nøkur serstøk sløg sum gera hetta, og mest herviliga slagið er at finna í Afrika, Miðeystri og Asia. Hetta slagið eitur "Desert locust" á enskum og kann eta sína egnu kropsvekt í mati hvønn dag. Eisini hava hesar grashoppur eitrað skarn, so matur tær ikki hava etið er ikki etandi tá tær fara avstað aftur.

Les meira um grashoppur, "locusts" og "desert locusts" á wikipedia og finn millum annað nakrar lekrar grashoppu matuppskriftir inni á FAO (neyðugt er at scrolla niður, tað riggar ikki hjá mær at fáa beinleiðis linkið at rigga).

1.8.09

Camp Quest - í Onglandi

Camp Quest byrjaði í USA, og er ein summarlega nakað sum Zarepta bara uttan kristindómin. Tey vilja fegin leggja dent á skeptisismu og legurnar eru upplagdar hjá gudleysum foreldrum at senda síni børn á. Tey á Camp Quest eru tó ikki heilt við uppá at tey endiliga vilja gera børn til smáar ateistar. Tey royna heldur at læra børn at hugsa kritiskt og koma til egnar niðurstøður. Ljóðar nice, ha?

Tey hava fingið rættiliga nógva umtalu á td BBC og á ymiskum bloggum so sum Friendly Atheist og Pharyngula.

Eg havi júst uppdagað (eftir at hon gav eitt hint á Facebook) at Beinta Rasmussen er við í Camp Quest projektinum í Onglandi. (Tað er ikki nøkur hemmiligheit, Beinta. Tað stendur á heimasíðuni hjá teimum). Tey siga um hana:

Beinta Rasmussen

Beinta Rasmussen (or simply B) is currently working at a nursury and is an active member of Amnesty International. She studied Psychology at York and is now applying for Master’s courses in Forensic Psychology. Despite having a fairly firm background in Christianity, she has become increasingly sceptical over the last few years and currently describes herself as a humanist. She is from the Faroe Islands.

Tað passar folks! Vit hava ein føroying við á gudleysu leguni í Onglandi! Nú má eg beint fara at skriva til hennara og spyrja hvussu er. Eg havi hoyrt tey hava eina kapping, har børnini kunnu vinna eina sera kula premiu (haldi eg) fyri at prógva at ósjónligir einhyrningar ikki eru til.