2.7.09

Klikkaravenjing av houbaraungum

So var hon eeeendiliga aftur eftir eina deiliga feriu heima í FO (har eg sjálvandi ikki hevði tíð til at skriva nakað). Meðan eg var heima kundi eg tó slappa av við tryggu vitanini um at eg hevði megnað at venja heilar 5 ungar áðrenn eg fór avstað.

Tað var ikki tí tað var lætt!

Fyrst og fremst gjørdi eg tann stóra feil, at royna at venja smáar ungar. Tað gekk illa, tí tað var so avmarkað hvussu nógvan mat eg kundi geva teimum. Fyri at forklára hvussu tað hongur saman, fari eg líka at geva tær eina gjøgnumgongd av hvussu klikkaravenjing fungerar, og síðani fari eg at fortelja hvørjar trupulleikar ein fuglaungavenjari kann renna seg í.

Klikkaravenjing hevur nøkur sera klár stig:
  1. Dýrið má læra samanhangin millum eitt "klikk" (ljóð, sum ein klikkari ger, tá tú trýstir á hann. Fyri summi dýr, so sum fiskar, eru visuel signal betri) og okkurt slag av løn. Her riggar matur best fyri flest dýr. Samanhangin lærir tú dýrið við at klikkja og geva mat "klikk - mat" fleiri ferðir. Maturin skal koma skjótt aftaná klikkið, serliga í fyrstuni.
  2. Næsta stig er at læra dýrið, at tað kann gera okkurt fyri at fáa eitt klikk. Hetta er tað ringasta stigið, men tá dýrið fyrst hevur skilt, at tað kann avgera nær tað fær eitt klikk, er tað sum oftast ikki til at steðga. Sum oftast verður onkur grundleggjandi atferð, sum dýrið ger nokkso ofta í forvegin, brúkt sum lærumiðil til hetta stig. Tað kann vera at hyggja at tær, seta seg niður og so framvegis. Her er alneyðugt at dýrið fær eitt klikk so skjótt sum tað ger tað tú bíðar eftir, og at atferðin er nóg vanlig hjá djórinum til at tað ger hetta av óvart fleiri ferðir uppá 5-10 minuttir av venjing. Tað ber til at snýta, og lokka dýrið at gera hetta. Til dømis kanst tú knipsa fyri at fáa ein hund ella okkurt annað dýr at hyggja at tær. Um tú vilt hava dýrið at hyggja at klikkaranum, kanst tú veiftra hann runt frammanfyri dýrinum. Dýr hyggja ofta at tingum sum flyta seg.
  3. Síðsta stig er a velja eina atferð, sum skal lærast, og miðvíst geva dýrinum eitt klikk, tá tað ger nakað sum líkist tí. Ein góð atferð at byrja við, er at læra dýrið at fara har tú vilt hava tað. Til hetta kanst tú brúka klikkaran, ein markør av onkrum slag ella bara ein fingur at peika við. Tá dýrið fyrst hevur lært at fylgja einum markøri ber til at fáa tað til næstan hvat sum helst (um tað annars hevur hug).
Fyri at venjingin skal ganga skjótt og innlæringin skal vera sum best, er neyðugt at hava stuttar venjingar við nógvari "løn". Tvs, at tað er neyðugt at miða eftir eini atferð, sum djórið skjótt lærir ella ger ofta og ongantíð gera tað ov trupult. Hetta var sjálvandi ein trupulleiki við mínum ungum, tí eg kundi bara geva teimum 3 maðkar at eta áðrenn eg mátti gevast. Tað er ikki heilt nóg mikið.


Klikkaravenjing av houbara ungum:

Teir fyrstu ungarnir eg fór í holtur við vóru so ungir at har var ongin framgongd at hóma nakrastaðni. Eg vandi í eina viku tvær ferðir um dagin uttan at síggja nakað sum helst tekin uppá at teir vistu hvat ein klikkari var fyri nakað. Áh denn spilta orka. Eitt sindur betri gekk við ungum frá umleið 3 vikum og eldri.

Tað tók enn umleið 3 dagar, tvs 6 venjingar áðrenn teir skiltu at teir høvdu eina ávirkan á klikkaran. Hesar venjingar vóru ein seria av "klikk - mat" gradvíst til "klikk tá ungin hyggur at, er nær við ella flytir seg ímóti blýanti - mat" (blýanturin var fokus fyri ungarnar. Eg vildi læra teir at geva blýantinum gætur heldur enn klikkaranum, tí tað er lættari at peika við einum blýanti.) Tað er trupult at forklára akkurát hvussu frustrerandi tað er at sita og klikka og fóðra og klikka og fóðra uttan at har er nakað ljós í eygsjón hjá unganum.

Endiliga, ein dag gav ein ungi blýantinum gætur og eg skundaði mær at klikka. Hann gjørdi tað umaftur, og so gjørdi eg. Og so gekk annars skjótt framá. Tvær venjingar seinni kvikaði ungin sær yvir til blýantin tá eg helt hann fram. Tað sama var galdandi fyri allar hinar ungarnar. Teir vóru ómetaliga líkir í lærunemheit. Bara ein vísti onga framgongd, men hetta var tí hann ongan áhuga hevði fyri matinum (sum var mjølormar). Í mun til hinar ungarnar, sum trippaðu aftur og fram og hugdu grammir at ílatinum við ormum, so fór hesin bara avstað og setti seg niður onkrastaðni. Ikki so smart. Eg hevði úr at gera við hinum ungunum, men eg ivist ikki í, at eg nokk skuldi funnið okkurt annað at lokka hann við, um tað skuldi verið.

Frá at fyrsti ungin hevði uppdagað sítt vald yvir klikkaran, var lætt at flyta seg til at halda blýantin í frið, tá ungin kom til hann og bíða eitt sindur, áðrenn eg klikti. Sum oftast vóru ungarnir ov spentir eftir klikkinum til at gera nakað annað enn bara standa har meðan teir bíðaðu, og hetta var júst tað eg vildi. Skjótt stóðu teir allir penir og bíðaðu til eg klikti. Skal sjálvandi ikki yvirdríva hvussu væl tað gekk. Summir høvdu hug at trippa eitt sindur ella pikka blýantin, men so fingu teir onki klikk. Harafturat skal havast í huga, at eg bíðaði øgiliga stutt í fyrstuni. Eitt sekund kanska. Tað var bara so har var eitt lítið glopp millum at ungin kom fram og klikkið. Tá eg fyrst fekk ungarnar at fokusera á blýantin var onki glopp. So skjótt ungin hugdi at blýantinum fekk hann eitt klikk og so skjótt hann dugdi tað var tað eitt klikk so skjótt hann kom til blýantin. Hetta er týdningarmikið, tí um har er nøkur pausa í fyrstuni tá eitt dýr er í ferð við at læra eina atferð, so er atferðin nógv ringari at læra, enn um har er eitt klikk beinanvegin tá dýrið ger tað, tað skal.

Frá at hava ungarnar rennandi aftaná blýantinum og bíðandi penir til teir fingu eitt klikk, fór eg til at fáa teir at fara uppá eina vekt, sum var modifisera til at viga houbaraungar. Tað tók eina løtu hjá teimum at venja seg við at teir skuldu traðka upp og eisini á eina aðra yvirflatu. Men tá teir høvdu vant seg við tað, stóðu teir eisini púra góðir uppi á vektini og bíðaðu eftir sínum klikki, so eg kundi viga teir. Stór succes!


Hví klikkaravenjing?

Áðrenn hetta hava vit altíð fangað houbarar fyri at viga teir, og tað kemur meira enn so fyri, at teir bróta eitt bein ella ein vong í prosessini. Harafturat er tað sera stressandi fyri teir at vera fangaðir, tí hóast vit brúka nógva orku uppá at spekja teir, eru hetta altso villir fuglar. Teir hava tað als ikki lætt við at vera handfarnir nakað serligt. Av hesi grund viga vit ongantíð hannar í ungatíðini, tí vit fáa onki sáð frá teimum, um teir eru stressaðir av handfaring. Flestu houbara renna undan fólki einar tveir dagar aftaná at vit hava fanga teir, so tað er ongin kjansur at fáa ein hann yvir til fólk at donera sítt sáð, um hann akkurát hevur verið fangaður. Møguliga fara vit at venja nakrar vaksnar hannar til at viga seg sjálvar soleiðis at vit kunnu viga teir í ungatíðini.

Eitt annað, sum eg havi lisið um ymsa staðni á internetsíðum um klikkaravenjing, er at hetta er ein góður máti at spekja djór. Tey vera ofta minni nervøs og glaðari fyri selskap frá sínum eigara enn djór, sum ikki vera vand við klikkara (ella onkrum øðrum lønarbaseraðum venjingarhátti). Hetta stendst av at djórið følir at tað kann ávirka síni umgevilsir (her er tað so klikkarin), men eisini at tað noyðist at á onkran hátt kommunikera við fólk. Tað er trupult at kommunikera væl meðan mann er bebbaræddur, so djórið má koma yvir sín ótryggleika og sína ræðslu fyri at fáa tað tað vil (mat, leiku, loyvi til at fara onkrastaðni. Mín gamli hundur mátti sita áðrenn hon slapp úr bandinum) Tí havi eg eina skumla plan um at útskriva eina klikkaravenjingar "resept" til okkara minst spaku fuglar, fyri at vita um tað kanska kann hjálpa. Her kemur ein rapport um tað um tað blívir til nakað.

Her eru tvey link til síður um klikkaravenjing:

Síðan hjá Karen Pryor. Hon er stórsta persónligheitin, sum finst, tá tað kemur til klikkaravenjing. Hon veit alt, sum er at vita um hetta.

Wikipedia um klikkaravenjing.

Har finnast nógvar síður afturat, men tær flestu eru kommersiellar og ikki líka góðar sum tann hjá Karen Pryor ;) Men tað er bara at googla, so finnur tú meira.