9.5.09

Gevur tað meining at har er ein skapari?

Har eru nógv, kanska serliga trúgvandi, men ikki bara, sum halda at heimurin er so "perfektur" og elegant samansettur, at tað virkar sum har er eitt skapandi sinni aftanfyri. Sum um at onkur ella okkurt hevur avgjørt nakrar grundreglur, sum heimurin skal fylgja.

Eg skilji væl hesa tankagongd, men eg eri ikki samd. Eg veit ikki hvussu heimurin bleiv til, og eg skilji ikki kvantemekanikk, men tey klóku fortelja mær at har eru nakrar grundreglur sum avgera til dømis hvussu sterk atdráttarmegin er, hvussu skjótt ljós kann ferðast osfr. Hetta er tann mátin okkara heimur er samansettur uppá og hvussu hetta hendi veit eg ikki. Kanska astrofysikarar vita tað...

Av tí at hesar grundreglur gera tað møguligt fyri stjørnur og planetir at blíva til, virkar tað sum at onkur avgjørdi at hetta vóru tær røttu grundreglurnar fyri at lív kundi blíva til her. Eg haldi tað er eitt lítið sindur fantasileyst at hugsa so. Eg haldi, at um grundreglurnar vóru annarleiðis, so vóru menniskju ivaleyst ikki her, men tað kann saktans vera at okkurt annað lív var. Okkurt annað intelligent lív, sum eisini sat og undraðist á hvussu tað bar til at grundreglurnar vóru so elegant lagdar til at heimurin kundi innihalda lív. Skilir tú hvat eg meini?

Eg haldi tað er mikið møguligt at hesar grundreglur eru komnar í av óvart, og at vit eru eitt úrslit av hesum reglum, og tað er tí tær passa so væl til okkum. Eitt sindur sum at ein kulla í jørðini kann koma til av óvart, men at vatnið sum dettur í hana til at gera ein hyl passar perfekt til hana. Um vatnið dugdi at hugsa, so kanska tað hevði hugsað at onkur mátti hava skapað hasa kulluna so at vatnið passaði so væl í hana. Vatnið mintist ikki at hava nakað annað skap, og kundi tí ikki fyristilla sær at tað bara var soleiðis skapað tí tað lá í akkurát tí kulluni.

Tað er faktiskt líkamikið um grundreglurnar eru sum tær eru av óvart. Tað sum vit ikki kunnu siga, er at "av tí at vit passa so væl til tær, so mugu tær hava verið skaptar til okkum". Nei vit eru sum vit eru orsaka av reglunum. Ikki umvent.

Hetta er eitt svar til eitt tílíkt argument á hægsta støði eg havi hoyrt um. Onnur hava hug at tosa um jørðina, og hvussu perfekt hon er til okkum, men hetta er júst tað sama argumentið sum við grundreglunum, bara minni áhugavert, tí vit vita hvussu tað ber til at jørðin er sum hon er og hví vit passa so væl til hana. Eg veit ikki enn hvussu grundreglurnar blivu sum tær blivu, men tað fari eg kanska at finna útav einaferð.

6.5.09

Vár í Usbekistan og rúmd á eggum.

Soooo var eg endilga aftur. Hevur tú saknað meg?

Har eru tvær høvuðsorsøkir til at eg ikki havi skrivað nakað í 2 mánaðar: Eg arbeiði alt samdøgrið um várið, og eg eri ófantaliga dovin. Ikki ein góð kombinatión, tí tað endar altíð við at eg brúki mínar fáu fríløtur til at gera onki. Og eg meini bókstaviliga onki.

Anywho, nú er við at ganga eitt sindur róligari fyri seg. Ikki heilt so nógv egg í klekimaskinumnum, nógvir ungar eru blivnir stórir og alt hurlivasið er blivið rutina.

Men hvat er tað so eg havi gjørt hesar tveir mánaðarnar? Jú, eg havi verið úti í oyðimørkini og leita eftir houbarum í mars, og apríl er farin við at passa egg í klekirúminum, síðani passa ungar og eitt sindur av ungavenjing við klikkara.


Houbaraleiting:

Ein partur av mínun arbeiði, er at hjálpa við at kanna houbara stovnin her í okkara parti av Usbekistan. Vit royndu eina nýggja mannagongd í ár, og vónandi fara vit at fáa okkurt munagott burturúr. Fyrstu úrslitini síggja í hvussu so er lovandi út.

Kleking:

Tað er ein kunstur at klekja egg. Fyrst má mann hava eina góða klekimaskinu, síðani er neyðugt at duga at brúka og umvæla maskinuna og harafturat er neyðugt at maskinan er í nøkurlunda stabilum umhvørvi tá tað kemur til hita.

Hetta er tó bara maskinan. So kemur alt hitt. Hvat fyri temperaturur er tann rætti til júst míni egg? Hvussu nógv fuktigheit skal til fyri at eggið lætnar passaliga nógv hvønn dag? Hvussu nógv eigur mítt egg at lætna hvønn dag? Hvussu leingi eigur tað at vera í klekimaskinuni? Hvussu langt var tað komið í klekingini, tá vit tóku tað? Nógvir spurningar, og vit hava ikki svarið til allar enn. Eg rokni við at høsnaalarar vita akkurát, men houbara eru ikki heilt so líkatil.

Higartil hava vit ábendingar um hvussu nógv houbara egg lætna tá tey ver klekt úti undir einari bøgu. Harafturat vita vit hvussu heit eggini skulu vera og hvussu leingi tað eigur at taka áðrenn eggið klekist. Mín stóri trupulleiki í vár og í fjørð er at finna eina góða meting av hvussu langt eitt egg er komið í klekingini.

Hetta átti at latið seg gjørt við at finna rúmdina av egginum og vektina. Út frá hesum og eini vitan um hvussu nógv eggið átti at vigað tá tað var nývorpið, ber til at siga hvussu langt síðani tað byrjaði klekingina. Har er ein óvissa uppá 1-3 dagar, alt eftir um hetta var fyrsta egg ella síðsta sum bøgan varp. Bøgan byrjar at klekja tá hon hevur vorpið 3 egg, og verpur møguliga eitt afturat eftir hetta. Tað vil siga at hóast eggini ikki eru líka gomul, so eru tey byrjað at klekjast samstundis, við tí møguliga 4. egginum sum undantak.

Eg havi tó funnið eina aðra óvissu, sum veruliga ger mær fortreð tá eg skal finna útav hvussu gomul eggini eru. Henda óvissa, eri eg nokkso vís í, stavar frá okkara mannagongd. Fyri at finna rúmdina á okkara eggum, brúka vit longd og diametur har eggið er breiðast pluss ein konstant, sum tekur hædd fyri skapinum av houbara eggum. Trupulleikin er bara tann, at hesin konstantur ikki riggar serliga væl, tí skapið á okkara eggum er næstan ongantíð tað sama. Hetta ger at rúmdin vit finna hevur sera stóra óvissu og so hevur metti aldurin eisini sera stóra óvissu. Verri skil, tí so vita vit ikki nær vit kunnu vænta at eggini hjá okkum klekjast.

Har finnast aðrir mátar at rokna rúmdina á eggum út og hesir eru teir vanligastu, sum eg dugi at síggja:

  1. Koyr eggið í eitt mátiglas við vatni í, og les av hvussu nógv meira er í. Hetta er í so simplistiskt, men prinsippið er tað sama, altso: hvussu nógv vatn flytir eggið. Ikki so smart fyri egg vit vilja klekja, tí har vísir seg at vera ein tendensur har egg sum hava verið vát ikki klekjast líka ofta sum egg, sum ongatíð hava verið vát (tað siga houbara alarar við drúgvum royndum, men eg veit ikki um nakra vísindaliga kanning).
  2. Máta tveir diametrar á egginum afturat longdini. Har eggið er breiðast og mitt ímillum endarnar á egginum. Hetta gevur eitt neyvari úrslit, tí tað tekur hædd fyri kurvuni, sum yvirflatan á egginum hevur. Hinvegin er tað ikki heilt líkatil at finna miðjuna á einum eggi heilt neyvt.
  3. Máta munin á densitetinum á egginum í vatni og á turrum. Enn sami trupulleiki við at koyra eggið í vatn, men eg eri heldur ikki heilt vís í hvussu hetta fungerar. Má fara at kanna tað nærri.
  4. Tak eina digitalmynd av egginum og lat eina teldu rokna rúmdina út grundað á siluettina. Hetta er ein neyvur máti, men eitt tílíkt telduprogramm er ikki lætt at fáa fatur á, og myndin skal vera ógvuliga góð fyri at minka um feilkeldurnar, sum koma av skuggum á myndini, skeivt littari bakgrund, skeivur vinkul inn á eggið osfr. Hinvegin kann hetta vera ein sera góður, neyvur og lættur máti at finna rúmdina á einum eggi, um ein hóskandi mannagongd verður fylgd.
Eftirsum eg so øgiliga fegin vil vita hvat rúmdin á okkara eggum er, havi eg avgjørt at royna at finna ein máta at brúka mannagongd nummar 4. Nógv roks og fjas í fyrstuni, men tað átti at verið lætt og skjótt at gera, tá alt tað fyrsta er komið uppá pláss. Eitt stativ til myndatólið, okkurt at spjaða ljósið so ongir skuggar eru, einin passandi bakgrund (ivaleyst hvít) og eitt telduprogramm, sum dugur at rokna rúmdina á einum eggi út frá siluettini. Eg havi kontaktað ymisk fólk, sum hava royndir við hesi mannagongd og eg havi eisini práta við ein, sum hevur stuttleika sær eitt sindur við myndum av eggum, fyri at vita hvussu hetta kundi riggað. Eg eri sera spent uppá at hoyra hvat øll hesi fólkini hava at siga.

Leinki til eina síðu, sum viðger rúmdarmáting av eggum við brúk av digitalum myndum.

Nokk um tað.

Ungapassing:

Tá eg ikki havi passað egg, havi eg passað houbaraungar. Teir eru øgiliga fittir og øgiliga býttir. Sera hugnaligt, men eisini strævið. Tað sum var stuttligari, men sum tíðverri hevur verið ógvuliga óstrukturerað og avbrotið, var at venja teir.

Venjing:

Tá okkara houbara eru vaksnir, viga vit teir einaferð um mánaðin, fyri at tryggja at teimum ikki feilar nakað og tílíkt. Vit noyðast at fanga teir fyri at gera hetta, og har er altíð ein vandi fyri at fuglurin kemur til skaða. Tí helt eg tað møguliga var eitt gott hugskot at læra fuglarnar at fara upp á vektina sjálvir. Hetta er tað venjingin hevur verið til. Eg avgjørdi at brúka klikkaravenjing, av tí at hetta hevur víst seg at vera ein góð mannagongd til onnur vill djór á til dømis djóragørðum, og eg veit av erfaring at tað riggar við bæði hundum og gullfiskum. Tann stóri trupulleikin er, at eg eri ongan veg komin við venjingini, tí fyrst og fremst er tað ógvuliga avmarkað hvussu nógvan mat eg kann pota í ungarnar, so hvør tími verður ógvuliga stuttur, og harafturat hevur tað verið brúk fyri mær aðrastaðni, so eg havi ikki havt møguleikan til at venja ungarnar í fleiri dagar í senn. Í morgin fari eg at byrja aftur, og vónandi verður bara neyðugt við einari lítlari løtu við endurtøku av teimum fyrstu 2 stigunum í venjingarætlanini. Tá eg eri liðug við at venja ungarnar, fari eg at skriva ein post um úrslitini og greiða frá venjingarætlanini. Vónandi fer tað at rigga hjá mær, men tað er ilt at siga enn.